Blaðið The Scotsman skrivar í dag um tvær eldri føroyskar systrar, sum hava hugnað sær í skotska høvuðsstaðnum Edinburgh.
Kristina og Valdis Djurhuus vitjaðu í 1949 Edinburgh, sum tá framvegis kendi eftirskjálvtar av seinna heimsbardaga, men sum fyri ungu føroysku kvinnurnar tóktist spennandi og glæsiligur.
Kristina var tá 26 ár og Valdis 16 ár. Tær høvdu fingið sær arbeiði á Fair Isle Bird Observatory, sum liggur millum Hetland og Orkney, og tað var í januar í 1949, tær gjørdu ein túr til Edinburgh inni á skotska meginlandinum.
Nú um dagarnar – sløk sjeyti ár seinni – hugnaðu Kristina og Valdis sær aftur í Edinburgh og vitjaðu onkur av støðunum, tær mintust frá fyrstu ferðini í býnum. Kristina er nú 95 ára gomul, og Valdis er 86 ár.
– Hví fór eg nakrantíð úr hesum býnum, sigur Valdis skemtandi við The Scotsman í dag.
Valdis fór heimaftur til Føroya, her hon fekk familju. Kristina giftist í 1950 skotskum manni, sum passaði vitar kring skotsku strendurnar. Dóttir teirra, Irene Miller, sum býr í Perth, hevði skipað fyri ferðini hjá mammuni og mostrini í Edinburgh.
Kristina og Valdis eru systrar hjá Tummas Napoleon Djurhuus, Sofíu Jacobsen og Sverra Djurhuus. Familjan kemur úr Kollafirði, men tey búsettust tíðliga í tíðini í Havn. Valdis býr nú á Argjum.
The Scotsman skrivaði um Kristinu og Valdis í 1949, og nú tær vitjaðu aftur í býnum, var blaðið aftur og heilsaði upp á tær.