7000 áskoðarar á Svangaskarði

Tað er ikki altíð, at útlendsku miðlarnir eru heilt so neyvir, tá tað kemur til umrøðu av Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Eitt gott dømi um hetta stóð á portalinum hjá Ekstra Bladet, har dysturin millum Føroyar og Skotland varð nevndur. “Sejren var nødvendig, for Skotland vandt samtidig 2-0 hjemme over Færøerne, der endnu har sit første point til gode i denne turnering.”, stóð at lesa og tað passar eisini. Men hagtølini, teir høvdu um dystin passaðu ikki heilt. Sambært teimum vóru 7000 áskoðarar á Svangaskarði, og tað er akkurát 2900 fólk meiri enn upplýst varð á Toftum í gjár.