Tað skrivar danska samferðslustýrið í tíðindaskrivi.
Myndugleikin hevur góðkent, at tey bæði fyrstu toksettini lúka øll trygdarkrøv, sigur deildarstjórin í danska samferðslustýrinum, Laura Meyer Harrison.
Higartil hava dieseltog koyrt á farleiðini.
– Tað er spennandi at skula góðkenna eitt heilt nýtt slag av tok í Danmark, tí tey eru tøkniliga øðrvísi enn dieseltok og hava bert verið í rakstri í Týsklandi higartil, sigur hon í fráboðanini.
Midtjyske Jernbaner stendur fyri tokrakstrinum á rutuni millum Vemb og Lemvig.
/Ritzau/