724 børn deyð í mótálopum frá Ísrael

Palestinsku heilsumynugleikarnir upplýsa, at í minsta lagi 2213 persónar eru deyðir í Gazagerinaum seinastu vikuna.

 

Ein palestinskur maður bjargar eini smágentu undan leivdunum av einum bumbaðum húsi. Mynd: Yasser Qudih/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Teirra millum eru 724 børn.

Talið av deyðum hækkaði í dag eftir enn eitt samdøgur við nógvum ísraelskum álopum.

Umframt tey deyðu eru 9814 persónar særdir í Gazageiraum og á Vestara Áarbakka. Tað upplýsir palestinska heilsumálaráðið.

Hamas byrjaði síðsta leygardagin eitt blóðugt álop á Ísrael. Í minsta lagi 1300 fólk eru deyð í Ísrael av álopinum.

Ísrael hevur ávarað um at leggja harðliga á Hamas eftir álopini í síðstu viku.

/ritzau/

 

 

Ein palestinskur maður bjargar eini smágentu undan leivdunum av einum bumbaðum húsi. Mynd: Yasser Qudih/AFP/Ritzau Scanpix