Fleiri av nøvnunum fáa fólk at hugsa meira um fótbólt enn um hondbólt. Toppskjútti hjá KÍF: Allan Mørkøre við 14 málum. Og hjá Tjaldrinum: Jens Martin Knudsen, 10 mál. Og millum hinar á vøllinum vóru Súni Fríði Johannesen, Rói Árting, Jónstein Petersen og Arnfinn Langgaard fyri at nevna nakrar.
Men tað var ein hondbóltsdystur, og tá fólk síggja úrslitið, er eingin ivi longur: KÍF vann 41-33 á Tjaldrinum eftir at hava verið frammanfyri 15-14 í hálvleikinum.
Tað er sjáldsamt, at eitt lið skorar 33 mál, men kortini tapir so nógv sum við átta málum. Til stuttleikar kann nevnast, at Kyndil sama dag bert skeyt 21 mál, men vann, hóast teir skutu tólv mál færri enn Tjaldrið, sum tapti.
Í fyrra hálvleiki gekk sera javnt á. KÍF hótti í løtum við at fara frá ? m.a. førdu teir 13-9 einu løtuna ? men Tjaldursmenn komu afturíaftur. Jens Martin Knudsen vísti, at hóast hann sum so bert hevur hugsað um fótbóltin seinastu árini, so hevur hann framvegis ikki gloymt hondbóltin, og hann skeyt fýra tey fyrstu málini hjá Tjaldrinum, sum komu fyrstu seks minuttirnar av dystinum.
Men eins og í fyrsta dystinum hjá Tjaldrinum móti H71, gekk galið í seinna hálvleiki. Málverjin Hjørleif Klein hevði ein sonevndan »off-day«, og bóltarnir skolaðu inn. KÍF skeyt 26 mál í seinna hálvleiki, og so hjálpti tað lítið, at Tjaldrið skeyt 19 í hinum endanum?
Allan Mørkøre var við kollfirðingum fyri fyrstu ferð í ár, og hann hevur fyrr prógvað, at hann eisini er sterkur hondbóltsspælari (tá hann spældi við Stjørnuni). Hann skeyt 14 mál ? tvær ferðir so nógv sum Eddie Joensen, sum hevur verið tann vanligi toppskjúttin hjá KÍF í ár.
Hetta vóru fyrstu stigini hjá KÍF í hesi kappingini, og nú verður spennandi at síggja, hvussu langt »HB-styrkurin« kann føra teir. Teir fáa ivaleyst harðari dystir enn tann móti Tjaldrinum, men tosið, sum var áðrenn kappingin byrjaði um, at KÍF nóg illa fekk mannað lið, skuldi nú verið tagnað. So ræður bert um at fáa nýggju menninar í røttu venjingarstøðuna.
Tjaldrið tapti eisini hesaferð, og tað vísir seg, at liðið ikki klárar at fylgja við í seinna hálvleiki. Men enn hevur tað ikki verið talan um beinleiðis avbuking, og eisini her er tað fyrst og fremst meira venjing, sum skal til, um teir veruliga skulu hótta hini liðini í deildini.