75 milliónir ungfólk eru arbeiðsleys

Næstan 13 prosent av øllum teimum millum 15 og 23 ára gomlu í heiminum ella umleið 75 milliónir fólk hava einki arbeiði, og sambært einari nýggjari frágreiðing, sum BBC hevur hugt í, er eingin vón um nakran stórvegis bata tey fyrstu fýra árini.

Í frágreiðingini stendur eisini, at umleið seks milliónir ungfólk kring heimin hava mist vónina um framtíðina, og at tey hava eina kenslu av, at samfelagið hevur vrakað tey.

Talið á arbeiðsleysum ungfólki er vaksið umleið fýra milliónir tey seinastu fimm árini, og støðan er serliga ring í evrulondunum, har 20 prosent av teimum ungu eru arbeiðsleys.

Men støðan er uppaftur verri aðrastaðni. Í Norðurafrika er arbeiðsloysið millum tey ungu 27,9 prosent og í Miðeystri 26,5 prosent. Í Eysturasia arbeiðsloysið millum ungfólk næstan tríggjar ferðir størri enn millum teimum vaksnu.