75 ára føðingardagur í Fløtugerði

07 Vestur venjarin vónar, at hansara menn fara at vera ansnari í verjupartinum, enn teir vóru í heimasigrinum ímóti B68

25. mars, sum er hósdagurin í næstu viku, verður Ítróttarfelag Fuglafjarðar 75 ár, og ÍF er ósigrað, nú 07 Vestur seinnapartin verður føðingardagsgestur í Fløtugerði. Fótbóltslagið í Fuglafirði er gott, men venjarin hevur ikki fokus á stóra føðingardegnum í næstu viku, tá ið felagið fer at gera ikki so lítið burturúr:

-Vit hava fokus á avrikinum á vøllinum seinnapartin, og um tað eydnast, so hava vit møguleika at vinna øll stigini, og so kunnu vit hugsa um føðingardagsgávuna, sigur Ólavur Larsen, sum rósar spælarunum fyri hugburðin og avrikið ímóti TB.

Ímóti TB fór Hans Jákup Lervig tíðliga av vøllinum. Skaðin vísti seg ikki at vera verri enn, at hann mikukvøldið aftur vandi og verður við ídag.

07 Vestur venjarin Heðin Askham fegnast um heimasigurin ímóti B68 siðsta leygardag, men hann ásannar samstundis, at avrikið – serliga verjuparturin – skal vera væl meiri sannførandi í morgin, um tað skal hugsast um at vinna úrtøku:

-Eftiransingarnar skulu vera nógv betri, enn tær vóru ímóti B68. Um Uros Stojanov og Filip Djordjevic fáa plássið, sum toftamenn fingu á Dungasandi, so fer tað ikki at spæla væl av, staðfestir 07 Vestur venjarin, sum ikki hevur stýrimannin í verjuni tøkan, tí Dann Fróðason er leikbannaður.

Zoran Vujovic er vøddaskaddur, og Høgni Egilstoft Nielsen er um at vera tøkur aftur eftir krossbandsskaða.

Heine Mortensen og Sølvi Egilsson eru báðir tøkir eftir at hava verið vøddaskaddir.

ÍF – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00.