Stóri parkeringstrupulleikin í Havn verður nú loystur. Býráðið hevur seinastu tvey árini sett av átta milliónir krónur at bøta um parkeringsviðurskiftini í høvuðsstaðnum, og teir pengarnir verða nú allir brúktir.
Í gjár varð sett á at grava við Jóannes Paturssonargøtu í Havn, har eitt sokallað »grønt parkeringsøki« skal gerast millum Jóannes Paturssonargøtu og Rabarbukvarterið.
? Hetta er ikki bíligasta loysnin vit her hava valt, men vit hava valt at gera eitt vakurt parkerinsøki við grótlaging og plantum. Hetta verður eisini eitt trivnaðarøki, har fólk kunnu hugna sær, og gongurásir verða gjørdar, sum binda saman gøturnar kring økið saman, sigur Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Býráð.
Tað er Robert Brockie, sum ger arbeiðið fyri kommununa. Hann hevði lægsta tilboðið, sum var upp á góðar 3,8 mió kr. Saman við eftirliti o. ø. útreiðslum, sum bundnar eru í ætlanina, fer nýggja grøna parkeringsøkið at kosta 5,3 milliónir krónur. Har verður pláss fyri 66 bilum.
? Tað gevur ein prís upp á 76.000 kr fyri hvørt parkeringsplássið, sigur Sjúrður Olsen.
Umframt parkeringsplássið við Jóannes Paturssonargøtu er Tórshavnar Kommuna farin at víðkað parkeringsplássið á Skálatrøð.
? Har verða skúrarnir hjá kommununi tiknir niður. Soleiðis fáa vit gjørt 60 parkeringsbásar afturat har. Saman við víðkaða parkeringsplássinum aftan fyri politistøðina fáa vit tilsamans 150 nýggj parkeringspláss í Havn, sigur Sjúrður Olsen.