76 ár síðani: Fólkaatkvøðan mikla

Løgtingið hevði tann 10. mai 1946 samtykt at hava fólka­at­kvøðu, so teir 17.216 velj­ar­ar­nir sluppu at av­gera rík­is­rætt­ar­ligu støðu Føroya.

Úrslitið av fólkatkvøðuni kløkk­aði onkran. Hesa myndina teknaði William Heinesen í ólavsøkuteitið 1948. Menninir eru Andras Samuelsen og Petur Mohr Dam.

Fyri at fólkaatkvøðan kundi fara fram mátti hon lýs­ast í Færøernes Kund­gør­els­es­s­aml­ing, undirritað av tí setta amt­manninum C. A. Vagn-Hansen (1911-90). Hann var sett­ur í starvið av tí danska ráðharranum, sum hevði Føroyar sum máls­øki. Hesin var Knud Krist­en­sen (1880-1962), sum var forsætisráðharri í einari stjórn, sum bara hans­ara flokkur Vinstra sat í. Amt­maðurin tordi ikki at skriva undir ta samtykt, løgingið hevði gjørt, uttan so at for­sæt­is­ráð­harr­in loyvdi honum tað. Knud Krist­en­sen vildi ikki geva hetta loyvi av sínum eintingum, og legði tí málið fyri allar hin­ar flokkarnar, sum høvdu um­boð á danatingi. Hes­ir flokkar vóru Javn­að­ar­flokk­ur­in, teir kon­serv­ativu, Danmarks komm­un­ist­iske Parti, teir rad­i­kalu, Rættarsamgongan og Dansk Samling. Teir vóru allir samdir um, at fólka­at­kvøð­­an skuldi fara fram júst so­leiðis sum løg­ting­ið hevði sam­tykt hana. Tá amt­mað­ur­in fekk hesi boð, kunn­gjørdi hann tann 13. juni 1946 løg­tings­sam­tykt­ina.

Hervið kom

“Kundgørelse nr. 10.

I Overensstemmelse med Vedtagelse af Fær­øer­nes Lagting stad­fæs­ter og udfærdiger un­d­er­teg­nede Amtmand ov­er Færøerne hermed føl­gende Bestemmelser om Folke­af­stem­ning angående Fær­øer­nes fremtidige statsretlige Stil­ling” í gildi.

Hvørt orð í henni hevði fing­ið fulla undirtøku frá all­ari tí donsku politisku skip­anini.

Grein fýra í hesi kunn­gerð segði:

“Atkvøtt verður skrivliga við nýtslu av hartil prent­að­um atkvøðuseðlum. Á hvørj­um seðli verða hesir spurn­ingar greitt prentaðir, sund­ur­býttir við prentaðari bein­ari striku:

I. Ynskja tygum danska stjórn­ar­uppskotið sett í gildi?

II. Ynskja tygum loysing Dan­markar og Føroya mill­um?

Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at hann, ið at­kvøður fyri einum punkti, setir kross við hetta. At­kvøðu­seðilin er ógildigur, tá ikki við vissu kann verða av­gjørt, hvat punkt veljarin hev­ur viljað givið sína atkvøðu, ella tá ið er skrivað ann­að á atkvøðuseðilin enn ein kross­ur.”

Føroyska samráðingarnevndin er júst komin til Keyp­manna­havn­ar. Frá vinstru síggjast: Andr­eas Møller, Richard Long, Poul Petersen, Petur Mohr Dam, Arup, Johan Poulsen, Ják­up Fredrik Øregaard, Kristian Djur­huus og Hilbert amtmaður

Tá atkvøtt var í løg­ting­i­num 10. mai 1946 um hesa grein, vóru 23 ting­menn, sum vóru valdir á løg­tings­val­i­num 6. november 1945. Fyri at nakað uppskot kundi sam­tykkjast, skuldi meir enn helmingur ting­manna greiða atkvøðu fyri. Neyðugt var tí við 12 ja-at­kvøð­um. Tann sum ikki at­kvøddi ja ella ikki møtti upp á tingi, atkvøddi tí í veru­leika­num nei.

Grein fýra fekk 12 ja-at­kvøð­ur.

Av teimum vóru seks úr Sam­bandsflokkinum: And­r­as Samuelsen, formaður (1873-1954), Kristian Djur­huus (1895-1984), Hans Iv­er­sen (1886-1984), Ole Fredrik Jo­en­sen (1876-1964), Johan Mart­in Fredrik Poulsen (1890-1980) og Trygve Sam­u­e­l­sen (1907-85).

Afturat komu seks ja-atkvøður úr Javn­að­ar­flokk­i­num: Peter Mohr Dam, for­maður (1898-1968), Jo­han Peter Davidsen (1890-1972), Jacob Edvard Jac­obs­en (1889-1947), Jákup í Ják­ups­stovu (1922-76), William Smith (1910-78) og Jákup Fred­erik Øregaard (1906-80).

Hinir 11 tingmenninir vóru allir valdir á listum Fólka­floksins. Av teimum vóru tíggju á fundi. Teir atkvøddu ikki. Hesir vóru: Jó­ann­es Patursson, for­maður (1866-1946), Thorstein Pet­er­sen, løgtingsformaður og fólka­tings­maður (1899-1960), Jógv­an Frederik Kjølbro (1887-1967), Hans Pauli Klein (1898-1971), Poul Pet­ersen (1901-2001), Fríð­rik­ur Bláhamar (1902-1981), Sám­al Ellefsen (1886-1974), Ant­inis Sørensen (1892-1963), eins og Rikard Long (1889-1977) og Rasmus Ras­mussen (Vík­ar-Rasmus) (1880-1961), sum høvdu boðað frá, at teir vóru tingbólkur Sjálv­stýr­is­floksins. Fólka­floks­ting­mað­ur­in Dánjal Petur (Ped­an) Jacobsen (1901-79) var ikki møttur á hesi eyk­a­ting­setu, sum var dagarnar frá 24. apríl til 10. mai 1946.

Løgtingið hevði samtykt at fólkaatkvøðan skuldi vera fyri 15. september, og dag­ur­in gjørdist 14. sep­tem­ber.

Tá var einki Útvarp Føroya, men telegrafstøðin í Tórs­havn fekk í samstarvi við danska útvarpið í lag, at úrs­litini kundu sendast á teirra langbylgju  so hvørt sum valnevndirnar á ymsu val­støð­unum høvdu talt upp. Hetta hoyrdist væl um alt Norð­ur­europa, og tað vóru ikki bara føroyingar, sum lurtaðu.

Úrslitið var:

I. Ynskja tygum danska stjórn­ar­uppskotið sett í gildi? 5.499 atkvøður; 49%

II. Ynskja tygum loysing Dan­markar og Føroya mill­um? 5.660 atkvøður; 51%

Ein av teimum, sum hesa sunn­u­nátt var uppringdur av jour­nal­ist­u­num og biðin um at við­merkja úrslitið, var før­oya­ráð­harrin í donsku stjórn­ini, forsætisráðharri Dan­markar Knud Krist­en­sen. Hann segði at úrslitið var greitt og nú skuldu sam­ráð­ingar fara fram um at seta tað í verk. Hetta vóru stóru tíðindini í danska útvarpinum allan sunnu­dagin. Formaður Sam­bands­floks­ins Andras Samuelsen hoyrdi eisini hetta, og hann sendi eina fráboðan um at hann tók undir við for­sæti­s­ráð­harr­anum. For­mað­ur Javnaðarfloksins Pet­ur Mohr Dam skrivaði eina grein til Sosialin, har hann við­gekk at stjórn­ar­upp­skot­ið var fallið, og nú var neyð­ugt at arbeiða út frá hesum ver­u­leika.

Men embætismenninir hjá donsku stjórnini vildu als ikki boyggja seg. Teir høvdu havt valdið í Før­oy­um, og hvørki ein tapt fólka­at­kvøða ella ein skinklandi for­sæt­is­ráð­harri kundi taka teir av fótum.

Tað teir nú fóru í holt við, var at nýta danska her­valdið til at varðveita sítt ræði í Føroyum.

Føroyar høvdu til 1814 ver­ið ein partur av Noregs ríki, sum hevði sína egnu her­megi á landi og sjógvi. Eins og aðrir norðmenn høvdu føroyingar vernd­ar­skyldu fyri at verja sín norska skansa. Tá kong­ur 18. januar 1814 gjørdi av, at norðmenn sjálvir skuldu skipa fyri egnum við­ur­skift­u­m, vóru norsku hermenninir teir ítastu at venda danska stýri­num bakið. Av hesum lærdi danska stjórnin, at tað kundi koma henni aft­ur um brekkur um før­oy­ing­ar framvegis høvdu vernd­ar­skyldu til sítt egna hervald, og tí var skansaliðið nið­ur­lagt 1865.

Millum Føroyar og Dan­mark var framvegis eitt fólka­rætt­arligt mark. Vit vóru saman undir sama kongi, men kongur skuldi stýra okkum eftir teim­um boðum, sum vit góvu honum. Sam­bands­sátt­mál­in okkara millum segði, at hvørgin parturin kundi leggja seg upp í við­ur­skiftini hjá hinum parti­num, og at vit skuldu hava her­menn fyri at hjálpa hinum part­i­num um hann heitti á okk­um um hjálp. Tað var tí fólka­rætt­ar­brot av donsku stjórn­ini at avtaka okkara skans­a­lið.

Men nú sóu vit hví teir høvdu gjørt hetta, tí nú løgdu teir á okkum við hermegi síni eftir at teir høvdu gjørt okkum verju­leys­ar.

Tað at leggja á eitt annað land er í fólkarættinum størsta brotsverk, sum hugs­ast kann.

Hví tók danska stjórnin til hesi óráð?

Orsøkin er einføld.

Donsku ráðharrarnir vóru bangnir.

Petur Mohr Dam, formaður Javnaðarfloksins, og Thorstein Petersen, formaður Fólkafloksins, undir samráðingum við donsku stjórnina í 1946

Tann maður, sum teir vóru bangn­ir fyri, var Tór­stein Petersen. Teir høvdu havt samráðingar við hann á vári 1946 og høvdu funnið út av, at hann visti alt ov nógv um á hvussu hálari hellu danir stóðu fólkarættarliga í sam­skift­i­num við Føroyar. Hig­ar­til hevði tað eydnast teim­um at forða Tórsteini at fáa vald­ið í Føroyum, og fólka­at­kvøðan skuldi vera síðsti seym­urin í politisku líkkistu hansara. Men nú gjørdist fólka­atkvøðan ein ræðu­leiki fyri stjórnina. Úrs­litið av fólkaatkvøðuni var, at ein tvørpolitisk sam­gonga kom í lag millum Fólka­flokkin og ein part av Javn­að­ar­flokk­i­num (tingmannin Ják­up í Jákupsstovu, sum ikki var uttan und­ir­tøku innanfloks), so­leið­is at Tórstein, sum var løg­tings­for­maður, Javnað­ar­flokk­i­num fyri at takka, veru­liga kom at gerast tann odda­maður føroyinga, sum donsku ráðharrarnir skuldu samráðast við um loys­ing­ina. Undir hesum sam­ráð­ing­um kundi Tór­stein fáa sær til hjálpar bæði norð­menn, tí hann var norskur aðal­konsul, og bretar, tí hann var advokatur hjá bretska hervaldinum í Før­oy­um.

Fremsti mótstøðumaður Tór­steins var deildarstjórin í danska forsætisráðnum And­reas Møller (1882-1954). Th. Stauning (1873-1942) hevði sett hann í starv 1938, og 1943-45, tá ráð­harr­ar­nir høvdu lagt frá sær og deildarstjórarnir stýrdu Danmark, var tað hann sum var fundarstjóri teirra og tí hevði verið ó­form­ligi forsætisráðharri Dan­markar hesi bæði ár. Hann hevði verið á fund­u­num við føroysku send­i­nevnd­ina á vári 1946, og hann var greiður yvir, at Tór­stein, sum saman við norð­monnum hevði funnið út av, at danska grundlógin ikki var Før­oya grundlóg, ikki fór at vera mjúkur at strúka í teimum samráðingum, sum nú stóðu fyri stavn.

Tí skuldi Tórstein berjast nið­ur, og tað var tað, sum danska hervaldið fekk boð um at skipa fyri. Tí var eitt herskip óbiðið sent til Før­oya fyri at handtaka tann løg­tings­meiriluta, sum tók und­ir við Tórsteini.

Føroyska samráðingar­nevnd­in tók lut í eini sending hjá Dan­marks Radio. Frá vinstru sita Petur Mohr Dam, Heine Heinesen, Johan M. Fr. Poul­sen, Rikard Long, Jákup Fr. Øregaard, Kristian Djur­huus og Poul Petersen. Heine Heinesen, sum var ætt­að­ur úr Bø og fosturpápi Knud Heinesen, skipaði fyri send­ing­ini, sum nevndist „Et sam­fund i støbeskeen“.

Av tí at talan var um eitt brotsverk í­móti tí fólkarættarliga sam­bands­sátt­mála, sum danska stjórn­in hevði signerað 29. au­gust 1450, høvdu vit rætt til vápnaða mótstøðu. At hetta hevði verið til fánýtis var avsannað nøkur fá ár seinni í læknastríðnum. Men hesuferð svaraðu vit ikki aftur so harðliga, sum vit høvdu rætt til. Vit hildu at blóð ikki skuldi flóta, hó­ast embætismenn hjá danska statsvaldinum hóttu okk­um við innlendiskríggi.

Vit vóru hampilig, men tað hava vit fingið afturlønt í grá­um kálvskinni. Tá vit eru snáv­aði, hava donsku em­bæt­is­menninir lagt eftir okk­um sum ravnur eftir deyðs­eyða. Tað ljótasta, vit hava sæð, var tá teir í nít­i­áru­num róku meir enn fimm túsund føroyingar av land­inum. Hesar og teirra dugn­aligu børn sakna vit so sáran.

Nú 76 ár eftir at donsk he­r­megi varð nýtt ímóti okk­um, skilja vit betri enn nakr­an­tíð, hvussu álvarslig tann brots­gerð var, sum varð gjørd ímóti okkum, og hvussu høgur prísurin hev­ur verið fyri at vit hava latið okkum alt ov nógv lynda.

Okkum hevur órættur ver­ið fyri, men vit ivast ikki í, at rætt­urin fer at vinna á órættinum!

Zakarias Wang

Úrslitið av fólkatkvøðuni kløkk­aði onkran. Hesa myndina teknaði William Heinesen í ólavsøkuteitið 1948. Menninir eru Andras Samuelsen og Petur Mohr Dam.

Føroyska samráðingar­nevnd­in tók lut í eini sending hjá Dan­marks Radio. Frá vinstru sita Petur Mohr Dam, Heine Heinesen, Johan M. Fr. Poul­sen, Rikard Long, Jákup Fr. Øregaard, Kristian Djur­huus og Poul Petersen. Heine Heinesen, sum var ætt­að­ur úr Bø og fosturpápi Knud Heinesen, skipaði fyri send­ing­ini, sum nevndist „Et sam­fund i støbeskeen“.

Føroyska samráðingarnevndin er júst komin til Keyp­manna­havn­ar. Frá vinstru síggjast: Andr­eas Møller, Richard Long, Poul Petersen, Petur Mohr Dam, Arup, Johan Poulsen, Ják­up Fredrik Øregaard, Kristian Djur­huus og Hilbert amtmaður

Petur Mohr Dam, formaður Javnaðarfloksins, og Thorstein Petersen, formaður Fólkafloksins, undir samráðingum við donsku stjórnina í 1946