Í gjár vóru 76 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
1778 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 936 smittað, fýra eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum.
Samlaða talið av tilburðum við COVID-19 í desember 2021 var 2393. Hetta er 39% av øllum tilburðum í Føroyum síðan 3. mars 2020.
Seinastu sjey dagarar eru 177 fólk smittað um dagin, sum er 102 meira enn tað, sum 10. desember varð sett sum markið til at Føroya fara í reytt við strangari tiltøkum. Men kortini verður ikki farið til reytt, tí enn er trýstið ikki stórt á heilsuverkið.
Smittutrýsti er minka til 4,5 prosent. Tað var 5,9 prosent í gjár.