1 Sjöwall/Wahlöö: Strisser, strisser (1970)
Tað slepst sjálvandi ikki uttan um Sjöwall og Wahlöö, sum er útgangstøðið fyri næstan allan krimi-skaldskap í norðurlondum. Hetta eru undangongubøkurnar hjá politikrimisøguni. Vælskrivaðar, harðan humor og politiskt tíðarvillandi.
2 Gunnar Staalesen: Kvinden i køleskabet (1981)
Hetta er tann mest ókorrekta søgan í einari annars korrektari røð um privatdetektivin Varg Veum, sum heldur til í Bergen. Varg Veum er annars í so ofta sosialt humanistiskur.
3 Anders Bodelsen: Den åbne dør (1998)
Ein snild søga, sum ikki endiliga er ein krimisøga, men sum hevur góðar kriminellar gátur. Einasti danin í selskapinum, sum eg havi valt. Eitt sindur pínligt.
4 Håkan Nesser: Menneske uden hund (2006)
Nýggja røðin hjá Nesser er meira sannførandi enn tann gamla røðin við van Veeteren í einum anonymum ongamannalandi á la Holland. Nessar skrivar rættiliga væl.
5 Åsa Larsson: Blodskyld (2004)
Hon skrivar nógv betur og er fríari enn tær alt ov nógv uppreklamerðu femi-drotningarnar. Ein góð og lovandi røð.
6 Jo Nesbø: Rødhals (2000)
Hann skrivar frekt og kvikliga. Men eisini ov langt og ov paranoid um umstøðunarnar í løgregluni í Oslo.
7 Stieg Larsson: Mænd der hader kvinder (2005)
Umfatandi politiskt kanningararbeiði, góð plott og melodramatiskar hendingar. Tær báðar seinnu bøkurnar í Millennium-røðini eru ov nógv av tí góða. Framúr dugnaligur, men ikki nakar kunstnari.
8 Arne Dahl: Europa Blues (2001)
Meistarin! Fullkomna dagføringin av Sjöwall/Wahlöö. Ein málsligur úrmælingur, skammleysur plottari við ógvusliga søguligum, duldarfullum røtum. Røðin um A-liðið í Stockholm er komin til fyrbils endan. Seinasti parturin í røðini, Himmeløje (2007) er líka góð, og tað koma fleiri afturat...