80 prosent vilja hava rætt at ganga í haga

Út við 80 pro­s­ent av før­oy­ing­um taka undir við, at almennur gong­u­rættur verð­ur settur í verk í Føroyum Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Visit Far­oe Islands.

Og tá tosað verður um al­mennan gongurætt, so verð­ur dentur kortini lagdur á, at er ein gongurættur við treyt­um og avmarkingum, með­an jarð­ar­eig­ar­ar varð­veita brúksrættin, millum ann­að til seyðahald. Kann­ingin vísir, at út við 80 pro­sent av fólkinum í Havn tekur undir við hes­um, og út við 70 prosent av fólk­i­num uttan fyri Havn­ina.

Spyr.fo hevur gjørt kann­ing­ina í sep­tem­ber í ár. 756 fólk eru spurd. 372 í meg­in­øki­num og 384 í restini av land­i­num. Í kanningini verð­ur eis­ini spurt, um vit skulu hava nýggja lóggávu, sum skipar eina felags loysn fyri alt land­ið í mun til gongd í haga og møg­uligt gjald. Her eru føroyingar eis­ini púra greið­ir á máli: 80 pro­sent av havnarfólki siga ja, og 75 prosent av fólkinum utt­­an fyri Havnina siga eis­ini ja. Og tá spurt verður, um bønd­­ur sjálvir skulu gera av, um gjald skal ásetast og hvussu gjald­ið skal skip­ast, eru fólk í Føroyum eis­ini sera greið: Tað skulu bønd­ur als ikki.

 

Út við 80 pro­sent av fólk­i­num í Havn sig­ur nei, og góð 60 prosent av fólk­i­num uttan fyri Havn­ina siga eisini nei til tann spurn­ingin. Í kanningini verður eis­ini spurt, um ferð­a­fólk skulu rinda eitt nátt­­ú­r­u­vernd­ar­gjald, tá tey koma til landið í stað­in fyri at rinda við gjalds­portur. Aftur her er svarið púra greitt ja. Út við 80 prosent av fólk­i­num í Havn siga ja, og út við 70 prosent av fólk­i­num utt­an fyri Havnina sig­ur eisini ja.

 

##med2##

 

Niðurstøðan í hesi mein­inga­kann­ing er púra greið, at kalla líka greið, sum nið­ur­­støð­an var hjá ting­fólk­um, tá Sosialurin spurdi tey 20. mai í ár, um gjalds­portr­ið í Saksun skal takast nið­­ur. Tað er Visit Faroe Island, sum hevur latið hesa kan­n­ing gjørt, og hon varð løgd fram fyri rætt­­ar­nevnd­ini hjá Løg­tingi­num, sum í løt­uni við­ger uppskot hjá Javn­­­a­­ð­ar­­flokk­­­inum um gongd í haga. Tað uppskotið gong­ur í stutt­um út uppá, at allir før­oy­ingar hava rætt at ganga í haga við ávísum av­mark­i­ngum.

 

Meira kann lesast um kanningina og um málið í vikuskiftis Sosialinum, sum haldara eisini kunnu lesa á sos.fo

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##