800 fólk á Svangaskarði

Næstan 800 fólk hava í góðveðrinum í dag verið til barnatiltak á Svangaskarði, harav 600 børn og 200 vaksin.

Næstan 800 fólk hava í góðveðrinum í dag verið til barnatiltak á Svangaskarði, harav 600 børn og 200 vaksin.

 

Tað skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

 

Tofta Ítróttarfelag skipar í dag fyri árliga barnatiltakinum. Hetta er fimtu ferð, at felagið skipar fyri hesum tiltaki.

 

Talan er um børn og starvsfólk, sum koma frá ymiskum barnagørðum í Føroyum. Harumframt eru næmingar frá felagsítróttarbreytini í Runavíkar og Tofta skúla og hjálpa til, saman við fleiri hjálparfólkum frá Tofta Ítróttarfelag.

 

Tað var Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini í Nes kommunu, sum bjóðaði vælkomin í morgun klokkan 11.00. Frá klokkan 12.00 - klokkan 14.00 eru ymisk spøl á skránni. Børnini eru deild upp í 25 bólkar, og ferðast tey so ímillum tey ymisku spølini uppá skift.

 

Jan Joensen, nevndarlimur í Tofta Ítróttarfelag, er høvuðssamskipari fyri tiltakinum, og hann greiðir frá, at hæddarpunktið á degnum var klokkan 14.00, tá Angela og Hannibal komu at undirhalda fyri børnunum.