Fyrrapartin í dag fara næmingarnir á studentaskúlanum og HF í Hoydølum, í verkfall. Tað gera teir fyri at gera vart við eitt mál, sum hevur serstakliga stóran týdning fyri næmingarnar.
Skúlablaðið skrivar, at næmingarnir fara nevniliga í verkfall fyri at fáa somu atgongd til talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum á netinum, sum teir hava havt.
Nú nærkast dagurin, tá ið næmingarnir í Hoydølum bara hava 100 dagar undirvísingardagar eftir, áðrenn teir skulu til próvtølku.
- Hetta verður á hvørjum ári, sum siðvenja er, hildið við einari trappustreyku, har næmingarnir syngja í trappunum í skúlanum. Eingin ferðsla er tá loyvd niður ella upp trappurnar, t.v.s. at hetta ávirkar alla undirvísingina ein tíma ella so, tí hvørki næmingar ella lærarar sleppa til undirvísingarhølini.
Verkfallið verður júst í teirri løtu, tá ið umboð fyri Fróðskaparsetrið koma í Hoydalar at greiða frá útbúgvingarmøguleikunum í Føroyum.
- Trappustreykan verður vanliga mett sum ein óneyðug provokatión frá næmingunum, men í ár vilja næmingarnir gera vart við eitt mál, teir meta er ógvuliga týdningarmikið fyri teirra skúlagongd.
- Teir kundu farið í verkfall fyri at fáa bíligari kaffi ella fleiri parkeringspláss, men í hesum døgum eru orðabøkurnar á orðabókapallinum hjá Sprotanum tað, ið hevur størstan týdning, sigur Skúlablaðið.
Næmingarnir hava havt fría atgongd til orðabøkurnar, bæði tá ið teir eru í skúlanum, og tá ið teir eru við hús. Men nú sleppa teir bara á orðabøkurnar so leingi teir eru á skúlanum og tað er hesum, teir nú mótmæla. - Uttan at hava atgongd til orðabøkurnar ber illa til at gera skúlating við hús, sum onkur teirra sigur: Uttan sprotan, einki heimaarbeiði, skrivar skúlablaðið.
- Vanliga eru tað bara næmingarnir, sum verða lidnir sama ár, sum eru við í trappustreykuni, men í ár verða aðrir næmingar við eisini, tí teir eru líka nógv raktir av vantandi atgongd til orðabøkur sum teir elstu næmingarnir.
|