816 fólk løgdust afturat síðsta árið

Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 53.686

Fólkatalið er vaksið við 816 fólkum seinasta árið - ella 1,5 prosent í mun til 1. desember árið fyri.

 

Hetta veit Hagstovan at siga í dag.

 

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni verður víðari greitt frá gongdini:

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

 

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 287 fólk og eini nettoflyting á 529 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er burðaravlopi lægri og nettoflytingin hægri, meðan samlaði vøksturin í tali er tann sami.

 

##med2##

 

Størsti vøkstur hetta tíðarskeiðið var í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum. Sum nakað nýtt var triðstørsti vøkstur í Nes kommunu, har fólkatalið vaks við 66 fólkum ella 4,8%. Sostatt løgdust fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bert telur ein triðing av fólkatalinum í Runavíkar kommunu.

 

Størsta afturgongd í fólkatalinum var í Kvívíkar, Sands og Skálavíkar kommunum. Minkingin kemur serliga av innanlands flytingum úr kommununum.