840 milliónir í lønum í juni

Í juni mánaði vórðu góðar 840 milliónir krónur útgoldnar í lønum, og tað eru 13 milliónir krónur ella 1,5% meira enn sama mánað í fjør, sigur Hagstovan í dag.

Av teimum fýra mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað meimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars mánaða vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama.

##med2##

Um gongdin í lønargjaldingunum annars var óbroytt, kundi væntast at verið knappar 890 milliónir krónur útgoldnar í juni. Tað er ein munur á 5,3% sammett til væntaðu gongdina. Í mai var munurin 9,1%.

Juni hilnaðist sostatt betur enn mei, um lønargjaldingarnar í hesum báðum mánaðunum verða samanbornar við væntaðu gongdina undan koronu.

Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.

##med3##

Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 253 milliónir í lønum í juni. Framrokningin vísir 276 milliónir sama mánað. Munurin er 23 milliónir ella 9,1% samanborið við metingina. Í mai var munurin 16%.

 Uppgerðin hjá Hagstovuni fevnir bert um útgoldnar lønir, og arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við.