86 prosent í Svøríki halda Óla vera besta vinstra bakkin

Óli er valdur í stórari atkvøðugreiðslu

Mynd: Handbollsligan

Fyri at taka út "All Star liðið" í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið, so skipar svenska hondbóltsligan fyri atkvøðugreiðslu millum fjeppararnar.

 

Tá talan er um vinstra bakk hevur Óli Mittún, ið júst er liðugur við sína yrkisleið í Sävehof fingið eina álitisváttan, ið vil nakað.

 

Heili 86 prosent av teimum, ið hava atkvøtt halda, at Óli er besti vinstri bakkurin í skjótt farna kappingarári í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Enn er eftir hjá Ystad og Hammarby at spæla finalurnar um meistaraheitið. 

 

Mynd: Handbollsligan