90 næmingar á vitjan

Ein toskur og eina hýsa blivu kruvd, og hugt varð millum annað at, hvat kyn fiskurin var, og hvat hann hevði etið.

Hendan vikan á Havstovuni hevur verið merkt av næmingavitjan. Umleið 90 næmingar úr miðdeildini hjá Eysturskúlanum hava vitjað – hetta hevur verið skipað í holdum við tveimum holdum hvønn dag í tríggjar dagar. Orsøkin til at hesir næmingar komu at vitja er, at miðdeildin hevur evnisviku um fjøruna, og í tí sambandi vitja tey millum annað Havstovuna og Sjósavnið.

Á Havstovuni hava næmingarnir hoyrt um sjóvarfall og upprunan til flóð og fjøru. Síðan hava tey hoyrt um ymisk fiskasløg og annað livandi í sjónum og um føðiketur, t.v.s. hvør etur hvønn í sjónum. Eisini hava tey verið ein túr í fiskakjallaranum, har tey hava sæð ymsar fiskar. Ein toskur og eina hýsa blivu kruvd, og hugt varð millum annað at, hvat kyn fiskurin var, og hvat hann hevði etið.

Kelda: hav.fo