Evropeiski Mannarættindadómstólurin hevur biðið svensku myndugleikarnar bíða við at vísa einari 91 ára gamlari kvinnu av landinum. Kvinnan, sum er úr Ukraina, hevur heilsutrupulleikar, og fleiri felagsskapir hava funnist hvassliga at svensku ætlanini at koyra hana av landinum.
Boðini frá Mannarættindadólstólinum komu, beint áðrenn svenskir løgreglumenn skuldu fara út á flogvøllin við Ganna Chyzhevska, sum skuldi við einum flogfari til Ukraina á middegi í dag.
Avgerðin hjá Mannarættindadómstólinum ger, at tann 91 ára gamla kvinnan sleppur at vera minst tvær vikur afturat í Svøríki. Umframt hjartatrupulleikar er kvinnan blind, og hon hevur eingi skyldfólk í Ukraina, skriva svenskir fjølmiðlar.