9,2 kilometrar av nýggjum vegi og tunli

Talan er um eina risastóra verkætlan, tí við nýggja innkomuvegnum og tunlinum fær høvuðsstaðurin 9,2 kilometrar av vegi afturat

Við í verkætlanini eru brúgvar og íbindingarvegir, og harumframt verður gjørt eitt stórt ídnaðarøki, sum Tórshavnar kommuna letur gera á Sandvíkarhjalla. Ein partur av nógva gróttilfarinum, sum er komið frá tunnilsbyggingini, er brúkt til innkomu- og íbindingarvegir, og tunnilsgrót er eisini brúkt til nýggja ídnaðarøkið og til nýggja útstykking. Grót, sum síðan loypur av, er lagt á goymslu til seinni brúk. 

Tað var stutt eftir klokkan 15 í dag, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, trýstu á knøttin til síðsta skotið, sum var í tunnilsmunnanum í Marknagili, beint vestan fyri Hotel Føroyar.

Heðin Mortensen segði, at tunnilin fer at lætta nógv um ferðslutrýstið, sum vit síggja hvønn einasta dag.

– Tí nú fer ferðslan út um bústaðarøki og sjálvan miðbýin. Tórshavnar kommuna tekur ábyrgd, eisini tá tað snýr seg um samferðslu, sum gagnar øllum landinum, segði hann.

 

##med2##

 

Lesið eisini: Myndir: Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum

Hann vísti á, at hetta er tann størsta einstaka íløgan, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt, so talan er um eina stóra verkætlan.

Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu tók eisini orðið og takka fyri fyri góða samstarvið, sum hevur verið um verkætlanina.

– Sum verður liðugt 1. november í ár, segði hann, og vísti eisini á stórhøllina, sum eisini er í gongd og sum júst er staðsett har hon er vegna hesa verkætlanina.

Jón Siguðrsson, stjóri í Articon segði, at felag hansara fekk arbeiðið at gera arbeiðsvegirnar, tá tað varð boðið út. Síðani fingu teir arbeiðið at gera verkætlanina tann 21. desember í 2022.

##med3##

– Fyrsta skotið varð latið av 8. mai í 2023, og hóast ringt fjall og ringar umstøður, eydnaðist okkum at koma trygt ígjøgnum teir 1850 metra langa tunnilin eftir einum lítlum ári, sum hann sjálvur helt vera eitt sera gott avrik, havandi truplu umstøðurnar í huga.

– Her hava verið umleið 100 fólk til arbeiðis hvønn dag, beinleiðis og óbeinleiðis.

– Vit hava órógvað grannaløg, og takka í tí sambandinum fyri gott tolsemi, segði Jón Sigurðsson, sum legði afturat, at um sjey mánaðir koyra vit ígjøgnum.

– Vit hava havt 80 til 100 bilar og maskinur í gongd, og vit hava flutt um 500.000 rúmmetrar av gróti umframt tað, sum er sprongt í tunlinum. So talan er um eina sera stóra verkætlan, segði Jón Sigurðsson, stjóri í Articon.