– Vit fara at hugsavna okkum um politik, sigur Ruth Vang, sum júst hevur lagt fram valskránna hjá Framsókn til løgtingsvalið.
Har boðaði hon frá, at Framsókn hevur gjørt av ikki at stilla upp til Fólkatingsvalið. Og tað er fyrstu ferð, at flokkurin ikki stillar upp til Fólkatingsval. Tað gjørdi flokkurin longu í 2011, áðrenn hann kom á ting. Av tekniskum ávum var tað Poul Michelsen, sum stillaði upp uttanflokka, tí fyri at stilla upp til fólkatingsval, so skal flokkur verða umboðaður í Løgtinginum. Av somu orsøk stillar Sjálvstýri heldur ikki upp til fólkatingsvalið hesaferð.
Spurd hvat veljarin so skal gera, sigur Ruth Vang, at veljarin kann velja at sita heima.
– Men er tað ikki vandamikið at læna atkvøður til aðrar flokkar tveir dagar undan løgtingsvalinum?
– Jú, tað kann tað vera, staðfestir Ruth Vang, sum heldur, at fólkatingsarbeiði meira at foundraising enn veruligur politikkur.
Seinast fekk Framsókn 936 atkvøður til fólkatingsvalið. Á løgtingsvalinum, sum var góðar fimm vikur seinni, fekk flokkurin 2.570 atkvøður.











