Maðurin varð dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ungar gentur, og hann er elsti maður í Bretlandi, sum er dømdur í fongsul fyri kynsligan ágang, skrivar The Daily Mail.
Í sínum viðmerkingum til dómin segði dómarin, David Goodin (myndin), at hóast tann høga aldurin mátti rætturin døma tann ákærda í fongsul, tí tað krevur rættarkenslan.
Undir rættarviðgerðini játtaði tann gamli seg sekan í kynsligum ágangi ímóti ungum gentum í fýra førum í árunum millum 1972 og 1982. Maðurin var tá bussførari, og tað var í einum lítlum húsi hjá bussleiðini, at hann gjørdi seg inn á genturnar.
Afturfyri skal hann sita í fongsli í býnum Norwich tað næsta árið.