99 sjálvmorð í 33 ár

Seinastu 33 árini eru 99 fólk við føstum bústaði í Føroyum deyð fyri egnari hond.

Seinastu 33 árini eru 99 fólk við føstum bústaði í Føroyum deyð fyri egnari hond. Tað vísa tøl, sum landslæknin í sínari frágreiðing fyri 2017 hevur sent út í dag.

 

Talvan, sum er viðheft kunningini, fevnir um árini frá og við 1985 til og við 2017.

 

Í trimum av hesum tilsamans 33 árunum var einki sjálvmorð í Føroyum, nevniliga árini 1999, 2001 og 2009, men tá flest doyðu fyri egnari hond, var talið sjey, og hetta var í 1985.

 

Annars eru tølini yvir sjálvmorð framd av fólki við føstum bústaði í Føroyum árini 1985-2017 hesi:

 

1985 (7), 1986 (6), 1987 (3), 1988 (6), 1989 (1), 1990 (5), 1991 (4), 1992 (6), 1993 (5), 1994 (2), 1995 (5), 1996 (3), 1997 (2), 1998 (2), 1999 (0), 2000 (2), 2001 (0), 2002 (4), 2003 (3), 2004 (1), 2005 (6), 2006 (3), 2007 (1), 2008 (1), 2009 (0), 2010 (6), 2011 (2), 2012 (3), 2013 (3), 2014 (1), 2015 (2), 2016 (2) og 2017 (2).  

 

Landslæknin sigur í sínari frágreiðing, at talið yvir sjálvmorð í Føroyum er lágt, tá samanborið verður við tøl í Norðurlondum og Evropa.  

 

Sjálvmorð setir djúp spor, og tað eru tey, sum hava sagt, at sjálvmorð er dupult morð. Í týdninginum liggur ivaleyst, at onkur - ella fleiri - avvarðandi dragast við slíka ógvisliga hending alt lívið.