Ellisakfarið: 50 ára gamal Opel Manta

Martin Mouritsen í Havn eigur ein 50 ára gamlan Opel Manta frá 1975 við nummarplátuni Fø 57.151. Bilin keypti hann úr Norra í 2013

Men søgan byrjar ikki har, men við einum øðrum Opel Manta sum hann keypti nýggjan í oktober 1975. Hesin hevði eisini nummar Fø 57.151.

 

Martin var í læru á bilverkstaðnum hjá P/F Vilhelm Niel­sen & Søn í Jónas Broncksgøtu frá 1972 til 1976. Fyritøkan seldi bilmerkini Opel, Vauxhall, Chevrolet og Bedford.

 

Martin hevði keypt sær ein brúktan Opel Kadett Rallye Coupé - gul­an við svørtum motorhjálmi og síðulistum.

 

Í oktober 1975 fáa teir hjá Vilhelm Nielsen tann fyrsta Opel Manta B, sum var eitt spildurnýtt modell. Bilurin var bí­lagd­ur til ein kunda, men tað vísti seg, at hesin kundin hevði betri hug á einum størri bili.

 

Hetta kom væl við hjá Martini, sum hevði stóran áhuga í akk­urát hesum bilinum. Avtala varð gjørd við søludeildina um, at teir tóku tann gula Opel Kadettin inn, so Martin kundi keypa hendan flotta Opel Manta.

 

Bilurin var ein Manta 1,9 S við 90 hk. Hann kostaði 54.000 krónur, sum var nógv tá í tíðini. Martin minnist, at bil­ur­in hevði stóran áhuga millum fólk, serliga ung fólk.

 

Tá Martin í 1978 fór til Danmarkar á hægri tónlistaskúla, hevði beiggi hansara bilin eftir í Føroyum. Heim aftur komin í 1986 koyrdi hann so aftur við bilinum, sum bleiv lakkeraður á plát­u­verk­staðnum hjá Carlo Petersen í Torfinsgøtu. Bilurin koyrdi, til hann bleiv burturbeindur sum 27 ára gamal í 2002.   

 

Martin hevur millum ár og dag hugt á netinum eftir goml­um bil­um. Í hesum sambandi sær hann í 2013 ein reyð­an Opel Manta á eini norskari heimasíðu. Hesin er eisini framleiddur í oktober 1975, eins og tann sum hann einaferð átti.

 

Martin skrivar so til eig­ar­an og spyr um hann kann siga sær frá, um hann ætlar at selja bilin. Hann svar­ar, at bil­ur­in er til sølu. Teir samd­ust um ein prís, og Mart­­in fór til Lille­hamm­er í Norra eftir bil­i­num.

 

Hann koyrdi oman til Lar­vik og so við ferju til Hirts­hals. Síðan heim til Før­oya við Norr­ønu. Bilurin var í góð­um standi, men har var okk­­urt smá­­veg­is at gera við hann. Nú eigur hann so aft­ur ein Manta B við numm­ar­plátuni Fø 57.151.   

 

Martin er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í høl­u­num hjá felagnum  undir Gráasteini. Hann koyrir við bil­inum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá fel­ag­num.

 

Áðrenn Opel Manta B var Opel Manta A, sum var tann fyrsti coupé hjá Opel, sum ikki hevði ein tilsvarandi bil í sedan­út­gávu, sum til dømis Opel Kadett C. Men Opel Manta B hevði sama platform sum Opel Ascona B, undirvognur, motorur vóru tað sami eins og inntrekk og instrumentbretti.

 

Opel Manta B vóru framleiddir frá 1975 til 1988.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

 

Áðrenn Martin keypti sín nýggja Manta í 1975, átti hann ein gulan Opel Kadett Rallye Coupé við svørtum motorhjálmi og síðulistum.

Her er tann fyrri Opel Manta, sum Martin Mouritsen keypti nýggjan í oktober 1975. Myndin er tikin á eini ferð í Norra í 70-unum. Mynd: Martin Mouritsen

Her er ein Opel Rekord hjá Klaksvíkar Byggivirki - ein pick­up við last. Hesir Opel Rekord P2 vórðu gjørdir frá 1960 til 1963. Bil­urin hevði rattgear og pláss var fyri tveim­um persónum umframt bilføraran. Opel Rekord P2 vórðu gjørdir bæði sedan og sum stationcar. Her hjá okk­­um vóru fleiri Opel Rekord P2 hýruvognar. Bilurin varð keypt­ur frá bilasøluni P/F Vilhelm Nielsen fyri 17.000 krónur. Við síðuna av Opel bilinum er ein reyður Morr­is Oxford pickup hjá Klaksvíkar Byggivirki. Myndaeigari: Álvur Josephsen

Opel Kapitän hjá Steinmundi Klakkstein í Klaksvík. Steinmund koyrdi hýrukoyring við bilinum, sum er árgang 1957. Tað var Aksel í Búðunum í Klaksvík, ið keypti bilin sum nýggjan. Bilurin hevur nummar Fø1273, men sum nýggjur hevði hann Fø 959. Myndin er tikin í 1962. Opel Kapitän vórðu gjørdir í nógvum ymiskum útgávum frá 1938 til 1970. Tað var bilasølan P/F Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn, sum seldi Opel. Myndaeigari: Steinmund Klakkstein

Hátíðarhildu 50 ára dag hjá Vilhelm Nielsen 12. august í 2013 var ein hátiáðarløta í gamla verkstaðnum hjá P/F Vilhlem Nielsen & Søn í Jónas Broncksgøtu í Havn. Tað var Sámal Blá­ham­ar, sum skipaði fyri í sambandi við, at tað vóru liðin 50 ár síðani, hann hann byrjaði í læru har á verkstaðnum. Fólkini á myndini eru: John Vilhelm, Einar Mikkelsen, Niels Mid­jord, Elias Simonsen, Pauli Jacobsen, Sámal Bláhamar, Bjarni Eliasen, Heðin Mort­en­sen, Hans Simonsen, Carlo Petersen, Karl Wolles, Karl Johan Hansen, Magnus Gunnarsson, Poula Skeel Johannesen, Harald Haraldsen, Sverri Mortensen, Thor­olf Bjørklund, Martin Mouritsen, Jóannes Nielsen, Herluf Müller, Vilhelm Niel­sen, Elizabeth Bjørklund, Vagnur Michelsen og Hákon Poulsen. Bilarnir á myndini eru Opel Manta frá 1975 og Opel Kadett frá 1973