Kendi norski dansibandssangarin Eirik Johansen við orkestri fer á pall á Dansibandsfestivalin í 2026.
Eirik Johansen er ein av kendastu norsku dansibandssangarunum, sum er kendur fyri rødd sína, og fyri at verða frontfigur í bólkunum Gluntan og ikki minst Scandinavia
Eirik Johansen valdi í 2009 at taka ein steðg frá tónleikinum, men nú í 2025 er hann farin á pall aftur og eru okur sera fegin um, at Eirik Johansen við orkestri eisini fer á pall á Dansibandsfestivalinum fyrst í mai mánað komandi ár, siga fyrireikararnir.
Vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin kunnu keypast á heimasíðuni ebillett.fo og sum kunnugt, so fer prísurin á vikuskiftispassum upp á nýggjárunum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.












