Fyri fimtu ferð í søguni er norska kvinnulandsliðið í hondbólti heimsmeistari í hondbólti.
Týskland gav Noregi skarpan gang í HM-finaluni í Ahoy høllini í Rotterdam, men tað endaði við einum 23-20 sigri til Noreg, ið var drúgvari móti dystarenda. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.
Talan er um átjanda endaspælsgullið hjá Noregi, ið eisini hevur vunnið 10 EM-gull og trý OL-gull.
HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá HM-finaluni í Rotterdam:
##med2##











