Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, er bjartskygdur. Hann hevur í fleiri umførum hitt russiska forsetan, Vladimir Putin

Witkoff: – Stór framstig í samráðingunum

- Umboðini høvdu innleiðandi kjak, og gjørd vórðu stór framstig - og í morgin tíðliga fara partarnir at hittast aftur, sigur serligi sendimaðurin hjá USA

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, er bjartskygdur. Hann hevur í fleiri umførum hitt russiska forsetan, Vladimir Putin

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sigur, at stór framstig hava verið í samráðingunum um frið í Ukraina í dag.

 

Fundur hevur í dag verið í Berlin millum høgtstandandi amerikansk og ukrainsk embætisfólk um at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

 

Við á fundinum var eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og versonurin hjá amerikanska forsetanum, Jared Kushner.

 

- Umboðini høvdu innleiðandi kjak, og gjørd vórðu stór framstig - og í morgin tíðliga fara partarnir at hittast aftur.

 

Soleiðis skrivar serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, á boðtænastuni X, fyrrverandi Twitter, í kvøld.

 

Líkt kundi tí verið til, at maðurin, sum í fleiri umførum hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, nú er meira bjartskygdur um eina friðartilgongd.

 

 

 

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, er bjartskygdur. Hann hevur í fleiri umførum hitt russiska forsetan, Vladimir Putin