VIDEO: Góð mál og upplegg til mál hjá Eliasi móti Lemgo

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Lemgo-THW Kiel 23-23 (10-9)

Útidysturin hjá THW Kiel móti Lemgo í bundesliguni endaði við javnleiki 23-23. Elias Ellefsen á Skipagøtu legði Kiel á odda 23-22, tá 53 sekund vóru eftir av dystinum, men tíverri megnaði Lemgo at javna til 23-23 við bert 11 sekundum eftir á klokkuni. Í steðginum var Lemgo á odda 10-9.

 

Elias skoraði seks mál upp á 10 málroyndir, og hann var toppskjútti hjá Kiel. Elias legði eisini upp til trý mál.

 

Kiel er fjórðfremst í deildini við 24 stigum.

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í brotinum sæst eitt gott mál og upplegg til mál hjá Eliasi:

 

##med2##