Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen komu í dag aftur á sigursslóðina í bestu sveisisku hondbóltsdeildini aftaná tríggjar ósigrar á rað.
Á heimavølli eydnaðist tað St. Gallen at vinna ein sannførandi 33-26 (19-14) sigur á Handball Stafa.
Tað gekk væl hjá Sasja í dag. Umframt at skjóta eitt mál bjargaði hann 12 av 29 málroyndum. Kappingarneytin, Jochum Philipp bjargaði trimum av 10 málroyndum.
St. Gallen er nummar fimm í deildini við 15 stigum.
Longu mikukvøldið klokkan 18.15 er dystur aftur. Tá hevur St. Gallen útidyst móti Bern.











