Aðalfundur Skipara- og Navigatørfelagsins: Brimil til viðgerðar

Hósmorgunin hevði Føroya Skipara- og Navigatørfelag aðalfund í Norðurlandahúsinum. Størsti parturin av formansfrágreiðingini snúði seg um ósemjuna um nýggja vaktarskipið Brimil, sum enn liggur við bryggju í Noregi. Ellintur Abrahamsen hevði uppskot um, hvussu ein semja kann finnast

Ellintur Abrahamsen, formaður, legði fyri við frágreiðing um virki felagsins í farna ári. Hann heldur, at árið 2000 hevur verið sera ójavnt sammett við onnur ár.

Ellintur Abrahamsen greiddi frá teimum sáttmálunum, ið felagið hevur við teir ymsu skipabólkarnar. Tann parturin, ið var mest rúgvismikil, var um sáttmálaviðurskiftini fyri vaktar- og bjargingarskipini.

Hesin sáttmálin kann sigast upp 1. mars 2002, men tó stendur í sáttmálanum, at "tá nýggj skip koma, skal samráðing vera millum Fíggjarmalastýrið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um bólking av teimum".

Samráðingar hava verið millum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hinumegin. Hesar samráðingar hava verið drúgvar, men eru endaðar úrslitaleysar.

Stóri knúturin er, at fíggjarmálastýrið ikki vil eftirlíka teimum lønarkrøvum, sum fakfeløgini hava sett fram.

Skipara- og Navigatørfelagið krevur, at yvirstýrimenn fáa minst 28.000 krónur um mánaðin, meðan stýrimenn skuldi fáa nakað lægri og skiparar nakað hægri.

Ellintur Abrahamsen vísir á, at einki samsvar er millum arbeiðið, ábyrgd og løn. Tí skal Brimil flokkast øðrvísi enn Tjaldrið. Hann vísir tó á, at best hevði verið, um Brimil og Tjaldrið vórðu eins flokkað.

Á fundi 16. oktober legði fíggjarmálastýrið nýggja lønaravtalu á borðið, sum bjóðaði skiparum eina mánaðarløn á 24.191 krónur. Hækkingin var 783 krónur.

Ellintur Abrahamsen vísti á aðalfundinum á, at hetta uppskotið als ikki kundi góðtakast av tveimum orsøkum. Tann fyrra er, at lønarhækkanin er alt ov lág, og tann seinna er, at hon fevnir ikki um allar bólkar.

Dagin eftir legði Skipara- og Navigatørfelagið sítt lønaruppskot fram fyri fíggjarmálastýrið. Har varð skotið upp, at 10% vórðu løgd afturat hjá einum dekkara í dag. Síðani skuldi lutfallið frá fyrsta sáttmálanum frá 1977 millum dekkara og 1. stýrimann, dekkara og yvirstýrimann og millum dekkara og skipara brúkast umaftur.

Hesum uppskoti vildi fíggjarmálastýri ikki ganga á møti, og samráðingarnar slitnaðu.

20. oktober hevði Skipara- og Navigatørfelagið lýsing í útvarpinum, har boðað varð frá, at felagið noktar limum sínum at sigla við Brimli, tí sáttmálaviðurskiftini ikki vóru komin í rættlag. Limir kundu tó arbeiða umborð á skipinum.


Steðga lønum

Ellintur Abrahamsen vísti í formansfrágreiðingini á, at felagið hevði tvinnar kostir í at velja. Hvørgin var mjúkur. Annaðhvørt góðtók felagið treytirnar frá fíggjarmálastýrinum ella varð neyðugt at nokta limunum at sigla við Brimli.

Formaðurin segði á aðalfundinum, at hóast fíggjarmálastýrið hevði hótt við at steðga lønargjaldingum, so var tað teimum greitt, at hetta var brot á sjómanslógina.

Hann legði afturat, at tað hevði verið brot á bæði sjómanslógina og á avtalur millum Føroya Landsstýri og Skipara- og Navigatørfelagið, um skipari og manning sigldu við Brimli, tá eingin sáttmáli er millum partarnar.

Nevndin boðaði frá, at felagið fór at gjalda lønir, um fíggjarmálastýrið fór at steðga lønarútgjaldingum.

Fíggjarmálastýrið steðgaði lønunum hjá teimum, sum vóru á Brimli, 23. oktober.


Gerast tænastumenn

1. desember kallaði fíggjarmálastýrið aftur til fundar. Fiskimálastýrið var eisini til staðar, og Kaj P. Mortensen skeyt upp, at manningin á vaktar- og bjargingarskipum blivu tænastumenn.

Orsøkin er, at hetta hevði forða manningini í at fara í verkfall.

Fíggjarmálastýrið vísti á, at so verður tænastumannafelagið umboð hjá skiparum og manning.

Nevndin hevði tó eina greiða støðu hesum viðvíkjandi, sigur Ellintur. Um navigatørarnir skulu gerast tænastumenn, so skal Skipara- og Navigatørfelagið framvegis verða teirra umboðandi felag. Hetta var eitt krav.

Fíggjarmálastýrið kom síðani við enn einum lønaruppskoti. Eisini varð sagt, at tað ber ikki til, at manningarfeløgini umboða limirnar, um teir gerast tænastumenn. Skipara- og Navigatørfelagið vrakaði eisini hetta uppskotið.

Skipara- og Navigatørfelagið hevur í sambandi við lønarviðurskifti lagt uppskot fram tann 8. desember.

Enn hevur Føroya Skipara- og Navigatørfelag einki svar fingið.

Ellintur Abrahamsen sigur seg ikki vita, hvat fer at henda víðari í hesum málinum. Hann vónar bara, at garanti tíðin verður roknað frá tí, at skipið fer úr Noregi.