Amerikansku partabrævavísitalini fullu mánadagin, eftir at teir fríggjadagin stongdu ámethøgum støði.
Breiða S&P 500 vísitalið fall við 0,9 prosentum, meðan Nasdaq, sum fevnir um størstu tøknipartabrøvini, eisini fall við 0,9 prosentum. Dow Jones ídnaðarmiðaltalið fall 0,8 prosent.
Afturgongdin kemur, eftir at stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, mánadagin fór at senda tollbrøv út til eina røð av londum.
Samstundis hevur forsetin longt tollsteðgin frá 9. juli til 1. august.
Íløgustjórin í Sampension, Henrik Olejasz Larsen, heldur, at fráboðanirnar frá Trump skapa óvissu á marknaðinum.
– Nýggju fráboðanirnar frá Trump um tollsatsir á fleiri londum økja stúranina á marknaðunum um útlitini fyri handilskrígnum og fáa partabrøvini at falla, skrivar Henrik Olejasz Larsen í viðmerking.
- Íleggjarar eru sum heild sera fokuseraðir uppá, hvussu tollmálið gongur í hesum døgum, og tá okkurt nýtt hendir í hesum sambandi, sum verður tulkað negativt av íleggjarum, kann tað elva til øktan nervøsitet - og øvugt, metir íløgustjórin.
Fyrr mánadagin almannakunngjørdi Trump tollbrøv til Japan og Suðurkorea á sínum sosiala miðli, Truth Social. Frá 1. august fer Trump at seta 25 prosent toll á allar vørur úr teimum báðum londunum.
Eftir at virðisbrævamarknaðurin í New York stongdi mánadagin kl. 21 okkara tíð hevur Trump almannakunngjørt tollbrøv til eina røð av londum afturat - eitt nú Serbia, Tailand, Indonesia og Bangladesj.
Fríggjadagin stongdu tey bæði stóru partabrævavísitalini S&P 500 og Nasdaq á hægsta støði nakrantíð eftir fleiri mánaðir við stórum sveiggjum, eftir at Donald Trump varð tikin í eið sum forseti 20. januar.
Ein av fyritøkunum, sum tók eitt dykk mánadagin, var elbilaframleiðarin Tesla, sum fall við 6,8 prosentum.
Fallið kom eftir eitt vikuskifti, har stjórin í Tesla, Elon Musk, boðaði frá, at hann fór at stovna ein nýggjan politiskan flokk, sum eitur American Party.
/Ritzau/