Tingformaðurin hevur sett næsta tingfund at vera týsdagin 22. februar klokkan tíggju fyrrapartin.
Á skránni er eittans mál, og er tað tingmál nummar 101-6/1999, sum er aðalorðaskifti um frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum.
Fundurin endar við framløgu.