Á hesum øki hevur hann onga ítøkiliga ætlan

Tað er ein høvuðsorsøk til at tað stendur so illa til – og tað fær hann ikki gjørt so nógv við

Orsøkin til, at tað stendur so illa til hjá útróðraflotanum, er ikki, at tað er nakað galið við skipanini. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um ætlanin er at taka nøkur stig fyri at bjarga útróðrarflotanu. Hon sigur, at snellubátarnir eru hart kroystir av línubátunum og tí spyr hon landsstýrismannin um nøkur ætlan fyriliggur um at friða nakrar av fiskileiðunum fyri línu. Hennara niðurstøða er, at skal tað eydnast at bjarga útróðrarflotanum, verður neyðugt at gera okkurt munangott beinanvegin.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tað er ikki skipanin, sum er orsøkin til trupulleikarnar hjá útróðrarflotanum, tí útróðrarbátarnir hava fleiri fiskidagar enn teir brúka. Samstundis eru fiskileiðirnar undir landi í høvuðsheitum skipaðar til útróðrarflotan, leggur hann afturat.

 

– Harnæst eru tað sera fáir bátar, sum rógva út og sostatt hevur hvør bátur gott pláss.

 

Høvuðsorsøkin til vánaligu støðuna hjá útróðrarflotanum er, at hesa seinastu tíðina hevur tað verið so lítið at fáa av toski og hýsu. Fiskiskapurin er nevniliga sera vánaligur aftur ímóti tí, hann onkuntíð hevur verið, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur eisini, sum so ber til at fiska meiri, bæði tí at tað eru so nógvir óbrúktir fiskidagar og tí at útróðrarbátarnir eru so fáir í tali. Men sum heild brúkar útróðrarvinnan ikki teir møguleikarnar í skipanini sigur landsstýrismaðurin.

 

Men hann leggur afturat, at hetta er skilligt og hann vísir á, at útróðrarflotin eru nógv tarnaðir av streymi, veðri og vindi og tí eru tað nógvir dagar, tað ikki ber til at rógva út.

 

Jacob Vestergaard sigur, at sostatt er eingin ítøkilig ætlan í umbúnað, men hann vísir eisini á, at vit hava eisini trygdargrunnin, ið hevur til endamáls at tryggja tí einstaka fiskimanninum eina ávísa inntøku.

 

Annars leggur hann afturat, at tað er sera treyðugt at hann vil býta fiskiskapin upp í línu og snellu. Í høvuðsheitum eri eg sera varin í spurninginum um at býta fiskiskapin hjá útróðrarbátunum upp línu móvegis snellu, sigur hann.

 

– Eg haldi, at tað er ein styrki fyri útróðrarbátaarnar, at teir sjálvir kunnu taka støðu til hvønn reiðskap teir brúka. Tað frælsa valið um, hvør reiðskapur skal brúkast, gevur vinnuni sjálvari møguleika at laga til fiskiskapin eftir umstøðunum, sum esini broytast alla tíðina.

 

Tí ætlar hann heldur ikki at friða fleiri leiðir fyri línu - men hanner altíð fúsir at gera broytingar, ið kunnu bøta um umstøðurnar hjá útróðrarflotanum. Men treytin er, at broytingin stimbrar upp undir ein burðardyggan fiskiskap og tekur nøktandi atlit at allari heildini í vinnuni.