Hvar verða jólini hildin í ár?
- Í ár verða jólini hildin heima hjá mammu og babba í Saltangará. Vit arbeiða á Mølini líka til seint tollaksmessukvøld, so tað verður gott at verða hjúklað um hjá foreldrunum eina løtu.
Tað sigur Birita Dalsgaard Olsen, sum saman við manni sínum rekur virksemi á Mølini í Skálavík.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Jólaaftan eta vit dunnu og gás við øllum, sum hartil hoyrir.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt jólaynski er, at øll menniskju í heiminum kunnu kenna jólafriðin og jólagleðina.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini er tíðin, har familjan er í fokus, og vit taka fótin av speedaranum, sigur Birita Dalsgaard Olsen.