A-landsliðið: Jørgen og Emil fyri Bjartalíð og Adrian

Jóannes Bjartalíð og Adrian R. Justinussen hava givið avboð til venjingardystin móti San Marino

FSF skrivar:

 

Jóannes Bjartalíð og Adrian Justinussen hava givið avboð til venjingardystin móti San Marino. Í staðin hevur Eyðun Klakstein úttikið Jørgen Nielsen og Emil Weihe Joensen

 

——————

 

Mikudagin setir A-landsliðið við monnum kós ímóti San Marino, har venjingardystur er á skránni á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 14:00.

 

Men til ársins fyrsta dyst verður venjarin, Eyðun Klakstein noyddur at síggja burtur frá Jóannesi Bjartalíð og Adriani Justinussen.

 

Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og verða ikki nóg birgir til landsdyst í næstum, og hava tískil givið avboð.

 

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir tveimum ungum spælarum, ið hava royndir frá millum annað U21 landsliðnum. Talan er um Jørgen Nielsen úr Víkingi og Emil Weihe Joensen úr NSÍ.

 

Hópurin:

Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn

Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)

Arnbjørn Svensson, Víkingur

Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík

Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)

Ási Dam, HB Tórshavn

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík

Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)

Noah Mneney, HB Tórshavn

Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík

Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík

Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)

Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)

Jørgen Nielsen, Víkingur

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

 

Venjingardysturin ímóti San Marino er partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League, sum verður í heyst. Í Nations League eru Føroyar í bólki saman við Slovakia, Kasakstan og Moldova. Skrivar FSF.