Á tykisferð í áttahyrntu kirkjuni

Nú er møguligt at fara á tykisferð í Haldórsvíkar kirkju. Áttahyrnta kirkjan, hvørs altartalva er oljumynd eftir Torbjørn Olsen, avmyndar heilagu kvøldmáltíðina.

Fólkakirkjan.fo

 

Tað er eyðsýnt, at listamaðurin hevur nýtt føroyingar sum fyrimynd. Hetta ber nú til at kanna á skíggjanum.

 

Haldórsvíkar kirkja varð vígd og tikin í nýtslu 2. sunnudag í advent í 1856. Hammershaimb prestur vígdi kirkjuna.

 

Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at sjey kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja og Haldórsvíkar kirkja.

 

Ætlandi verður Hvannasunds kirkja tøk um tvær vikur.

 

Ver vælkomin á gátt - eisini á tykisferð.

 

Trýst her