AaB nærri teimum stóru

Vónin hjá øllum meistaraliðum er at sleppa upp í part í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini

Danska AaB hevur eina ferð luttikið í hesi kappingini, og vánirnar fyri, at tað aftur skal eydnast hesa ferð, minkaðu ikki í gjárkvøldið. Lutakastið hevur lagað tað soleiðis, at AaB skal spæla ímóti samantalda vinnaranum í uppgerðini millum litaviska Kaunas og Glasgow Rangers. Skotska liðið varð mett at vera favorittur og tann størra forðingin hjá AaB. Í gjárkvøldið varð tað greitt, at tað verður Kaunas, sum AaB skal spæla ímóti. Fyri viku síðani endaði dysturin í Glasgow málleysur. Í gjárkvøldið vann Kaunas 2-1 á heimavølli, og harvið er tað greitt, at tað verður litaviska liðið, sum skal spæla ímóti AaB. AaB verður ikki liðugt í 2. innleiðandi umfari fyrrenn í kvøld. Men tað skal ganga verri enn illa niðri í Bosnia, um tað ikki skal eydnast AaB at spæla seg víðari. Á heimavølli vann AaB 5-0 á Modica.