AaB spældi sín besta dyst í ár

AaB vann heili 4-2 í útidystinum ímóti FC Midtjyllandi í gjár. Hetta verður vanliga roknað sum ein sera trupul dystur, men liðið úr Aalborg, sum hevur havt stórar trupulleikar við at vinna dystir í ár, gjørdt í Herning í gjár. AaB legði seg á odda 3-0, áðrenn FCM svaraði aftur, og seinastu tveir minuttirnar komu tvey mál afturat. Súni Olsen varð settur inn, tá ið ein lítil tími varð spældur. Jón Rói Jacobsen er framvegis ikki komin fyri seg eftir knæskaðan, hann fekk herfyri.