AB er einasta umboð fyri høvuðsstaðin

Nú fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eru leiktar, er tað greitt, at AB verður einasta umboðið fyri høvuðsstaðin, tá ið lutakastið til hálvfinalurnar verður.

AB vann í dag tætta uppgerð ímóti TB á Sevmýri. Neyðugt var við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn argjamenn við atgongumerkjunum til hálvfinaluna fóru norður um aftur.

Steypavinnararnir úr EB/Streymi høvdu á pappírinum lætta uppgávu, men ikki fyrrenn tað restaðu fimm minuttir, eydnaðist tað EB/Streymi at skora sigursmálið.

Í Sørvági vann ÍF trivaligan 3-0 sigur á 07 Vestur.

Í Gøtu vann Víkingur 2-1 á HB, sum er nógv mest vinnandi felagið í steypakappingini. Víkingur legði seg á odda eftir tíggju minuttir, og tá leiðslan misskeiðis í 2. hálvleiki varð økt til 2-0, hóast Víkingur frammanundan hevði mist ein spælara, so tóktist alt vera avgjørt. Men HB minkaði beinanvegin um munin, og síðstu løtuna royndi HB at javna og harvið at fáa longda leiktíð.

Men tað var lítið veiggj í havnamonnunum.

Tískil vera í lutakastinum til hálvfinaluna AB, ÍF, EB/Streymur og Víkingur.

Hálvfinalurnar verða 13. mai og 28. mai. Finalan verður ólavsøkudag.

 

TB-AB 1-1 (0-0) 4-5 eftir longda leiktíð og br.kapping

1-0: Hanus Mortensen 47.

1-1: Høgni Joensen 75.

 

Víkingur-HB 2-1 (1-0)

1-0: Andreas Lava Olsen 8.

2-0: Hanus Jacobsen 72.

2-1: Hans á Lag 73.

Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus, Víkingur, 55.

 

EB/Streymur-FC Hoyvík 1-0 (0-0)

1-0: Hans Pauli Samuelsen 85.

 

07 Vestur-ÍF 0-3 (0-2)

0-1: Poul Ennigarð 10.

0-2: Høgni Zachariasen 42.

0-3: sjálvmál 83.