Landskappingardysturin millum AB og HB, sum av fyrstan tíð bleiv útsettur orsaka av syndarligu arbeiðsvanlukkuni á Argjum, er aftur útsettur. Hann var fyrst ásettur at verða hóskvøldið, men feløgini hava ynskt at fáa dystin útsettan til komandi viku.
Hesum hevur Fótbóltssambandið gingið á møti. Dysturin er nú ásettur til mikudagin 25. septembur klokkan 17.00. In.fo skrivaði ígjár, at sannlíkt varð, at dystinir hjá AB og HB, sum skuldu spælast sunnudagin, blivu fluttir til mánadagin. Tað verður av tí sama ikki til nakað.
Leikskráin fyri komandi dystirnar í Effo-deildin sær nú soleiðis út.
Mikudagin 18. septembur:
EB/Streymur – NSÍ (18.00) Rás2
07 Vestur – Víkingur (18.00)
Fríggjadagin 20. septembur:
B36 – KÍ (18.00) Rás2
Sunnudagin 22. septembur:
TB – NSÍ
Víkingur – AB
ÍF – 07 Vestur
HB – EB/Streymur
Mikudagin 25. septembur:
AB – HB (17.00) Rás2