AB hevur ikki ráð at tapa

Ein dystur, sum hevur serliga stóran týdning fyri AB, verður spældur í 1. deild í kvøld.

Tað hevur verið eitt tungt kappingarár fyri bæði liðini hjá AB í ávíkavist Effodeildini og 1. deild í ár. Bæði liðini hava ligið undir niðurflytingarstrikuni so at siga alt kappingarárið, og nú tá ið bæði liðini hava ein triðing eftir av kappingini, er uppgávan hjá báðum liðunum eins stór: Átta stig skulu hálast inn upp á níggju dystir, um niðurflyting ikki skal gerast veruleiki.

 

Í dag hevur næstbesta liðið hjá AB møguleikan at minka um frástøðuna til niðurflytingarstrikuna, tá ið Víkingur tekur ímóti í Leirvík. Víkingur er júst liðið, sum AB hevur bestan møguleika at fáa aftur, tí at Víkingur er nummar átta í deildini við 17 stigum, meðan AB er nummar níggju og næstaftast við 9 stigum.

 

Talan er um útsettan dyst, ið upprunaliga átti at verið spældur 2. juli. Tey flestu liðini í 1. deild hava spælt 19 dystir, meðan AB, B71, FC Suðuroy og KÍ hava spælt 18 dystir. Síðani hevur Víkingur spælt 17 dystir, tí at liðið hevur enn ein útsettan dyst fyri framman. Tann dysturin verður spældur mikudagin 10. august, og er hann ímóti KÍ.

 

Talan er um ein sera týdningarmiklan dyst fyri bæði liðini í kvøld, tí at vinnur Víkingur, so eru heili 11 stig hjá AB upp til niðurflytingarstrikuna, og so er ilt at síggja, hvussu tað skulu blíva onnur lið enn AB og B71, ið flyta niður úr 1. deild. Hinvegin, um AB vinnur, so eru fimm stig upp til niðurflytingarstrikuna, og so ber alt til.

 

Einsamalli dysturin í 1. deild í kvøld byrjar klokkan 18.30 í kvøld, og hann verður dømdur av Rúna Olsen.