AB hevur kós móti bestu deildini

Vágar hava í morgin møguleika at tryggja sær pláss í fremstu deildini, og nú bendir alt á, at høvuðsstaðurin næsta kappingarár fer at eiga trý lið í bestu deildini

Tað eru fleiri vikur síðani, at Piotr Krakowski segði í samrøðu við Rás2, at hann var hundrað prosent vísur í, at 07 Vestur næsta ár fór at verða umboðað í bestu deildini. Frynt­ligi póllendingurin er venjari í Vágum, og hann eigur at vita betri enn nakar, hvussu tað kennist at vera á veg ímóti uppflyting í bestu deild­ina.
Tað resta trý umfør í næstbestu deildini, og enn er tað ikki mate­mat­iskt staðfest, at Vágar næsta kapp­ingarár fara at hýsa sunnu­dags­fótbólti. Men nú restar so mikið lítið í, at tað næstan ikki slepst undan uppflytingini, og tað er sann­líkt, at tað verður greitt longu í morgin, tá ið 07 Vestur fer at vitja á Svangaskarði.
Mikukvøldið legði B68 rygg til 8-0 tap í Klaksvík. Tá ið EB/Streymur samstundis vann 3-2 á Sandi, varð tað greitt, at bæði B68 og NSÍ næsta kappingarár flyta niður í 2. deild. Um toftamenn kortini verða partur av næstbestu deildini í 2013 valdast um, hvussu tað fer at gangast hjá besta liðnum í endaspurtinum.

Torført ímóti niðurflytara
Hin niðurflytarin, NSÍ, var í Sørvági mikukvøldið, og har sást tað avgjørt ikki, at gestirnir hava kós í triði bestu deildina, og at heimaliðið eftir øll­um at døma longu í morgin fer at tryggja sær pláss í bestu deildini.
Vesturættin er ikki tann besta í Vágum, og í Sørvági var lotið rættu­liga frískt mikukvøldið. Heimaliðið spældi undan ættini í 1. hálvleiki, og hóast onkrar spentar støður vóru í NSÍ brotsteiginum, so gekk striltið at fáa mál.
07 Vestur vann 2-1. Bæði stutt undan steðginum, og tá ið 2. hálv­leikur var meiri enn hálv­runn­in, var Brian Olsen, sum í summar flutti úr EB/Streymi og vestur í Vágar, mál­skjútti. Og í báðum førum var ann­ars stinni NSÍ málverjin ikki heilt sakleysur.
Í fyrra førinum var hann óheppin og sendi bóltin í mótstøðumannin, og so sigldi bólturin umvegis hand­ara stólpan og í málið. Í seinna før­inum var talan um óheppið mál­spark, sum Jovan Panic fekk fatur á og spældi Brian Olsen leysan.
Hjá heimafólkunum kendist tað sum sannur lætti, tá ið Súni Fríði Barbá hevði bríkslað fyri síðstu ferð. NSÍ hevði fríska lotið undan í 2. hálvleiki, tá ið tað eydnaðist veteraninum Dániali Hansen við stútara at javna til 1-1.
– Spælið var einki at reypa av, men í hesum førinum vóru tað stigini, sum taldu, siga teir í Vágum, áðrenn teir í morgin fara á Svanga­skarð at hitta enn eitt lið, sum er á veg úr næstbestu deildini.

AB best í lyklauppgerðini
Karmurin var sum í bestu deildini inni í Vika á Argjum, har heimaliðið og Skála stríddust fyri at vinna seinna uppflytingarplássið.
Skála hevði vunnið úrtøku 21 ferð­ir á rað, men hesa ferð stemm­aði tað ikki heilt hjá ungu skála­monn­unum, sum vóru merkiliga tamir. AB vísti góðan hugburð og øgiligan stríðsvilja, og fagnaðurin var stórur millum mongu viðhaldsfólkini, tá ið Alex Troleis hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og heimaliðið hevði vunnið 2-1.
Tað stóð nógv á, áðrenn sigurin var komin til høldar, og serliga tveir spælarar mundu kenna seg í dal­inum og síðani á tindinum. Mið­verjin Morten Overgaard var óhepp­in tíggju minuttir undan steðginum at stýra bóltin í sítt egna mál eftir frísparksinnlegg úr vinstru frá Ólavi Mikkelsen, og fimm minuttir seinni sendi Dion Splidt brotsspark í stólpan. AB hevði fleiri møguleikar at javna undan steðginum, men Suni Erntsson var sannur brandur í Skála málinum.
Eftir steðgin hevði AB vindin ímóti, men tað eydnaðist kortini at skora tvey mál og harvið at leggja seg á uppflytingarpláss. Tíggju min­uttir eftir hvíldina javnaði Morten Overgaard eftir horna úr høgru, og sigursmálið skoraði Dion Splidt eftir uppspæl í høgru og góða frí­spæling frá Jónasi Stenberg.
Skála venjarin Eliesar Olsen segði eftir vónbrotna tapið í sam­røðu við sjónvarpið, at teir fram­vegis trúgva upp á tað, og at teir eru klárir, um AB kiksar.
Í morgin fær Skála vitjan av B71, og næsta leygardag skulu teir á útivølli spæla ímóti teimum næst­bestu hjá KÍ. Ein av orsøkunum til, at Skála ikki longur er á uppflyt­ingar­plássi, er uppgerðirnar ímóti júst KÍ. Tíðliga í kappingini endaði tað 1-1 í Klaksvík, og tá ið KÍ vitjaði á Skála, var úrslitið 2-2.
– Hjá okkum snýr tað seg um at vinna allar dystirnar. Nú eru trý umfør eftir, og tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu flyta upp, segði AB venjarin Sámal Erik Hentze. Á síðsta kappingardegi í fjør var hann ógvuliga vónbrotin, tá ið tað kiksaði í evstu løtu. Hug­burð­urin hjá honum og spælarunum mikukvøldið bendi á, at nú meiri enn ætlar AB, at tað skal eydnast.
Í morgin skal AB til Runavíkar, annan leygardag fáa argjamenn vitjan av EB/Streymi, og á síðsta leik­degi, sum verður leygardagin 22. sep­tember, skal AB til Sands.
Teir næstbestu hjá HB vunnu 3-1 á teimum næstbestu hjá Víkingi. Sigurin ber við sær, at HB liðið hevur tryggjað sær flotta fjórða pláss­ið, og at Víkingur datt aftur á sætta plássið. Við 8-0 heimasigri á B68 vann KÍ seg fram á fimta pláss­ið. Um tað verður KÍ ella Víkingur, sum fer at enda á fimta plássi, og harvið fer at tryggja sær ein eyka heima­dyst næsta kappingarár, vald­ast ikki minst, hvussu tað fer at ganga í morgin, tá ið KÍ fer til Leirvíkar.