1. DEILD
Orsaka av maskintrupulleikum umborð á Smyrli vóru argjamenn seinir suður til Suðuroyar leygardagin. Fyrsta bríkslið á Vágseiði var ein stóran tíma eftir, at AB var komið suður. Í 1. hálvleiki hevði AB vindin ímóti. VB/Sumba legði seg á odda 2-0, men undan steðginum minkaði AB um munin. Harvið kundi tað sæð út sum um, at AB skuldi standa seg væl undan vindinum.
- Men VB/Sumba spældi okkum sundur og saman, tá ið teir høvdu vindin ímóti. Kanska var trýstið ov stórt á okkara spælarum, sum allir eru ungir. Tað bar við sær fleiri persónlig mistøk, og tey kostaðu. Vit hava ikki mist mótið um, at tað skal eydnast at flyta upp. Hjá okkum ræður um at vinna okkara dystir. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá teimum, sum vit kappast við, sigur AB venjarin Allan Mørkøre.
Allan roknar undir øllum umstøðum við, at royndirnar frá toppstríðnum í ár fara at koma ungu monnunum til góða næsta ár – uttan mun um teir fara at spæla í fremstu ella næstfremstu deildini.
Dan Djurhuus, sum í útgangsstøðuni var á miðvøllinum í høgru og seinni var álopsspælari, skoraði trý av málunum hjá VB/Sumba. Fjórða málið skoraði væl upplagdi Jón Krosslá Poulsen:
- Vit vóru øgiliga uppsettir, og tað sást á avrikinum, at okkara høvdu meiri vilja at vinna, enn teir í AB høvdu. Áskoðararnir bakkaðu okkum sera væl upp. Tað verður nógv tosað um fótbólt her suðuri, og tað hevur stóran týdning fyri økið, at vit aftur kunnu vinna okkum upp í bestu deildina, sigur Jón Krosslá Poulsen.
Nú er VB/Sumba seks stig frammanfyri AB, og um tað fer at eydnast at vinna á heimavølli ímóti 07 Vestur, so verður møguleikin fyri uppflyting heilt góður.
07 Vestur átti heimavøll ímóti botnliðnum EB/Streymi. Heimaliðið legði seg beinanvegin framum. Í 1. hálvleiki var eingin munur á liðunum. EB/Streymur stríddist fyri at javna, og bólturin var tvær ferðir á træverkinum aftanfyri málverjan hjá 07 Vestur.
Beinanvegin eftir steðgin bríkslaði dómarin fyri brotssparki til 07 Vestur, og so skrædnaði hjá EB/Streymi.
TB skuldi havt vitjað í Leirvík, men orsaka av kiksaða sambandinum til Suðuroyar varð dysturin ikki spældur. Enn er ikki greitt, nær TB skal vitja í Leirvík.
Bæði í Klaksvík og Runavík varð síðstu løtuna vent upp og niður upp á tingini. HB var á odda 2-0 í Klaksvík inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki, men so svaraði KÍ tvær ferðir aftur, og harvið hevur KÍ framvegis møguleika at varðveita plássið í deildini – um ikki besta KÍ liðið flytir niður!
KÍ kappast við B68 um at sleppa undan næstaftasta plássinum. Toftamenn vitjaðu í Runavík, og teir vóru á odda, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin. So skoraði NSÍ tvær ferðir og vann 3-2. Harvið er B68 ájavnt í stigum við KÍ.
Vit hava ikki havt fullfíggjað yvirlit yvir málskjúttar tvær tær seinastu ferðirnar. Í hesi vikuni fara vit at fáa hetta upp á pláss aftur.
Sambært skránni verður 24. umfar á skránni nú mikukvøldið. Tá sær skráin soleiðis út: AB-NSÍ,
TB-VB/Sumba, 07 Vestur-Víkingur, B68-HB og EB/Streymur-KÍ.
Mynd: VB/S-AB
savnsmynd