Tað gekk, sum tað gjørdi fyri trimum árum síðani, tá ið AB 27. juli hevði vitjan av EB/Streymi. Ta ferðina endaði tað 1-1, eftir at AB leingi var frammanfyri 1-0. Dómarin legði seks minuttir aftrat, og teir vóru farnir og reiðiliga tað, tá ið EB/Streymur javnaði til 1-1. Málskjútti ta ferðina var Rógvi Egilstoft.
Í kvøld hevði AB aftur vitjan av EB/Streymi, og aftur í kvøld var úrslitið 1-1. Málskjútti hjá AB fýra minuttir undan leikloki var Marius Kryger Lindh, sum er hann, ið hevur verið drúgvastur á AB liðnum í ár. Nú er hann toppskjútti við sjey málum. Uppleggið átti Ramzi Toure Idrissou úr Togo, sum sunnudagin hevur 26 ára føðingardag. Hann var beinanvegin eftir steðgin fyri fyrstu ferð skiftur inn á AB liðið.
So tóktist AB hava kós ímóti sigrinum og fullari úrtøku, men EB/Streymur svaraði aftur, tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina. Málskjútti var Rói H. Olsen, sum varð skiftur inn eitt lítið korter eftir steðgin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti.
Henrik Larsen er nýggjur venjari á Argjum, og tað var um reppið, at hann vann fulla úrtøku í fyrstu royndini í landskappingardysti.
Hetta var fyrsti heimadysturin hjá AB á Argjum síðani 8. mai. Tað kemst av, at nýtt graslíki er lagt á. Síðani tá hevur AB spælt fimm dystir á útivølli og ein á heimavølli í Gundadali. Tað var ímóti B68, sum vann 3-0.
Í kvøld var talan um ólavsøkudyst, og tí varð spælt um steyp. Tá ið tað eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum varð farið beinleiðis til brotssparkskapping, sum AB vann.
Næsti dystur hjá AB verður annan sunnudag í Gundadali ímóti HB.
Næsti dystur hjá EB/Streymi verður annan sunnudag á útivølli ímóti NSÍ.
AB – EB/Streymur 1-1 (0-0)
1-0: Marius Kryger Lindh 86.
1-1: Rói H. Olsen 93.
Dómari: Rúni Gaardbo