AB nýggjan formann: Eg havi ikki tíð

Tað sigur Martin Dalsgarð, sum ikki stillar upp aftur

Argja Bóltfelag hevur kallað inn til eyka aðalfund, eftir at tað ikki eydnaðist at manna nevndina. Millum tey, ið ikki taka við afturvali, er formaðurin Martin Dalsgarð.

 

- Eg havi ikki tíð at verða formaður í AB. Eg raðfesti onnur ting sum arbeiði og familju í løtuni, sigur Martin Dalsgarð, sum ikki tók við afturvali á aðalfundinum.

 

Hann heldur, at tað er tíðar- og orkukrevjandi at sita í nevnd í einum fótbóltsfelagi. Hóast leitað hevur verið eftir fólki at taka við, so hevur tað ikki eydnast enn.

 

- Um tú er ungur og hevur eitt lítið barn, so er tað krevjandi. Eg veit ikki hvør kemur í nevnd nú. Vit hava spurt okkum fyri hjá fólki rundanum AB, men ongin hevur sagt ja, sigur Martin Dalsgarð.

 

Aðalfundurin hjá AB var í gjár. Felagið hevur yvirskot á rokniskapinum og klárar sínar skyldur. Fimm fólk eru í starvsnevndini. Tvey hava trekt seg fyri tíð, meðan tvey tóku ikki við afturvali. Bara ein stillaði upp til nevndina, sum sostatt ikki bleiv mannað.

 

Nú verður nýggjur aðalfundur hósdagin 9. mars. Á skránni er bara val av starvsnevnd og varamilum. Av Argjum verður vónað, at felagið klárar at manna nevndina tá.