AB noktar KVF at stroyma

AB vil ikki hava Kringvarpið at stroyma á Argjum í dag

Dysturin á Argjum millum AB og Víking verður ikki stroymaður, tí argjamenn vilja ikki hava, at Kringvarpið varpar dystin í sjónvarpi. Ósemjan er ikki ókend, tí KÍ og B36 hava higartil eisini sýtt KVF at stroyma sínar heimadystir.

 

- Vit hava valt at siga nei av fleiri orsøkum. Størsta orsøkin er, at tað er hart at reka eitt fótbóltsfelag, og helst á Argjum her vit hava HB og B36 at kappast við. Tá vit hava møguleikan at fáa eyka krónur í kassan, sum nú móti Víkingi, so vilja vit ikki missa 50 til 100 gjaldandi áskoðarar, tí tey heldur velja at sita heima og stroyma, sigur Martin Dalsgarð, formaður í AB.

 

Dysturin millum AB og KÍ bleiv annars stroymdur beinleiðis, men tað var ikki við góðkenning frá AB.

 

- Kringvarpið hevur ikki spurt um loyvið at stroyma dystir hjá okkum, sjálvt um FSF klárt og greitt hevur boðað Kringvarpinum frá, at teir skulu spyrja um loyvi frá okkum. Hetta rakti okkum hart, tá vit høvdu KÍ á vitjan, greiðir Martin Dalsgarð frá.

 

Formaðurin í AB vil hava, at tað kemur skil á rættindini at stroyma ein dyst.

 

- Hví skulu fólk gjalda, tá tey koma til dyst, meðan onnur kunnu sita heima og hyggja ókeypis, uttan at Kringvarpiđ hevur goldið fyri rættindini at stroyma dystin. Tað vildi eg mett verður gjørt í øðrum londum, sigur Martin Dalsgarð.

 

Hann hevur tó ikki í sinni at sýta fyri stroyming í framtíðini, men vil hava greiðar linjur á økinum.

 

- Argja Bóltfelag skilur væl, at fólk sum eru uttanlands og til skips gjarna vilja síggja dystin, men akkurát hetta við stroyming og rættindum má uppá pláss áðrenn, sigur Martin Dalsgarð.

 

Ein annar, sum hevur somu sjónarmið er Tummas Lervig, formaður í KÍ. Saman við B36 eru tað tey trý feløgini, sum hava sýtt fyri at dystir hjá teimum verða stroymdir.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum á Argjum, sum byrjar klokkan 14.