Bæði í ár og í fjør hava fólk sunnudag seinnapart havt høvið at síggja vodafonefótbólt bæði á ovara vølli í Gundadali, og úti í Vika úti á Argjum.
Dystur hevur vanliga verið klokkan trý á ovara vølli í Gundadali, og klokkan fimm á Argjum sunnudagar. Hetta hevur samstundis gjørt tað møguligt hjá Rás2 at siga frá heimadystunum hjá AB. Men lurtarnir hjá Rás2 fáa ongan dyst av Argjum í sendingini ?3. hálvleiki? komandi sunnudag, sum siður annars hevur verið hetta kappingarárið, og kappingarárið 2009.
Vodafonedystirnir millum HB og B68 á ovara vølli í Gundadali, og millum AB og ÍF úti í Vika á Argjum verða báðir spældir samstundis, nevnliga klokkan trý seinnapartin sunnudagin 22. august.
Sámal Erik Hentze, AB-venjari metir, at tað er betri fyri AB-spælarnar at spæla klokkan trý, uttan at hugsa um úrslitini frá hinum dystunum, sum verða spældir millum klokkan trý og fimm sunnudag, sjálvt um givið er, at færri fólk fara at standa rundan um vøllin, tí dystur er í Gundadali samstundis.
Rættiliga nógv fólk hava passað sær løðir, og eru farin út á Argir at hyggja eftir dystum klokkan fimm, og útvarpingin hjá Hilmar Jan Hansen og Tróndi Arge í ?3. hálvleiki? á Rás2 hevur eisini havt góða undirtøku millum mongu fótbóltsáhugaðu lurtararnar. Men nú eru øll tekin í sól og mána, at hesin møguleikin ikki stendur fólki í boði aftur í hesum kappingarárinum.