AB og TB eru nú á toppinum

Tríggir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini vóru í dag. FC Suðuroy, sum hevur verið oddalið í summarsteðginum, hevur ikki spælt síðani summarsteðgin, og eftir dagsins dystir eru tað hini bæði liðini, sum eru við í kappingini um uppflytingina, ið eru á uppflytingarplássunum.

TB hevði í Hvalba vitjan av teimum næstbestu hjá HB, og tað var rættuliga tætt og spennandi. TB tryggjaði sær fulla úrtøku við málinum, sum Aron Sørensen skoraði eftir ein stóran tíma.

AB vitjaði í Streymnesi, og hóast argjamenn fóru suður aftur við trivaligum 4-0 sigri, so var tað leingi ógvuliga spennandi.

Stóri maðurin hjá AB var miðvallarveteranurin Milan Kuljic. Hann legði AB á odda eftir ein hálvan tíma, og soleiðis var støðan, inntil tað restaðu sjey minuttir. Tá økti Stig-Roar Søbstad, sum í summarsteðginum er komin av Toftum og aftur til AB, har hann hevur verið fyrr, um leiðsluna, og so skrædnaði. Teir báðar næstu minuttirnar skoraði Milan Kuljic tvey mál aftrat ímóti Jóan Paula Dahl Jakobsen, sum vardi málið hjá EB/Streymi.

Bárður Olsen, sum í summarsteðginum er fluttur úr EB/Streymi og til AB, kom á vøllin, tá ið tað restaðu trettan minuttir.

Í Sørvági eydnaðist tað NSÍ at vinna 2-1. Magnus Pauli Sørensen legði NSÍ á odda í 1. hálvleiki, og Árni Frederiksberg økti um leiðsluna beinanvegin eftir steðgin. Tríggjar minuttir fyri leiklok minkaði Holgar Durhuus um munin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

Úrslitini í dag bera við sær, at AB og TB eru á uppflytingarplássunum. FC Suðuroy er framvegis væl við, og um felagsliðið í Suðuroy vinnur annan av útsettu dystunum, so lyfta teir seg upp aftur á oddasessin.

TB-HB 1-0 (0-0)

1-0: Aron Sørensen 64.

EB/Streymur-AB 0-4 (0-1)

0-1: Milan Kuljic 29.

0-2: Stig-Roar Søbstad 83.

0-3: Milan Kuljic 85.

0-4: Milan Kuljic 87.

07 Vestur-NSÍ 1-2 (0-1)

0-1: Magnus Pauli Sørensen 20.

0-2: Árni Frederiksberg 48.

1-2: Holgar Durhuus br 87

Støðan

AB 36

TB 35

FC Suðuroy 34

NSÍ 25

Skála 24

Víkingur 18

FC Hoyvík 17

EB/Streymur 15

HB 14

07 Vestur 0

FC Suðuroy hevur spælt 14 dystir, AB, NSÍ og 07 Vestur hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 15 dystir.

Næstu dystirnir

Mánadagin 8. august

Víkingur-Skála

Mikudagin 10. august

FC Hoyvík-FC Suðuroy