AB skal finna dansiskógvarnar fram

Nøkur skemtilig og speisk sms vóru í rúgvuni í samband við fótbóltssending á Rás2 í gjár

Sum vanligur siður er, tá ið fótbóltssending er á skránni á Rás2 sunnudagar, so hava lurtararnir møguleika at vera við í sendingini og senda inn sms-boð um eitthvørt, sum hevur við fótbóltsumfarið at gera. Gularótin við at senda sms inn er, at ein serstakur vinningur altíð er til besta sms-boðið.

 

Soleiðis var eisini í gjár, tá ið fult umfar var í Effodeildini. Vinningurin til besta sms-boðið vóru tvey atgongumerki til stóra dansin uppi í høllini á Hálsi, sum AB-Stuðlar skipa fyri leygarkvøldið 1. oktober.

 

Tá ið AB samstundis helst fekk sítt banahøgg í Effodeildini, tá ið Skála vann 2-0 á Argjum og sendi argjamenn við beinari kós ímóti 1. deild, so elvdi tað til skemtilig sms frá lurtarunum, sum komu í tankar um dansin uppi á Hálsi, nú tað ikki gongur serliga væl hjá besta liðnum hjá AB.

 

Besta og vinnandi sms-boðið var hetta:

 

Nú kunnu AB'ararnir fara heim at seta gaggurnar á hyllina og taka dansiskógvarnar av! (Tilsiping til dansin 1. oktober)

 

Sostatt var tað ein lurtari, ið prikaði til argjamenn við at heita á teir um at skifta fótbóltsgaggurnar út við dansiskógvarnar, sum vinnur tvey atgongumerki til dansin, sum AB skipar fyri.

 

Onnur sms í rúgvuni vóru hesi:

 

Vit flúgva høgt í Klaksvík, nú eru vit langt omanfyri skurarnar. The Double dansur verður í Klaksvík 22. oktober

 

KÍ beit frá sær í dag, ongin tonn lá eftir

 

Ongin mascottur var hjá HåBe var millum vinir tí tapa pingvinir

 

Málið var top 4, aftaná steypafinaluna var málið FM. Nú er málið at taka rekordina hjá KÍ-kvinnunum. Hetta er bæði well og búll. Koyr á KÍ