AB vann seinnapartin 2-1 í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Hetta varð roknað at vera ein av møguligu snávingarsteinunum á vegnum fram ímóti uppflytingini hjá argjamonnum, sum nú ikki er so langt burtur.
AB hevur 56 stig og er níggju stig frammanfyri B71, sum er einasti avbjóðarin í kappingini um annað uppflytingarplássið. Í fimm teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini hjá AB B36 (h), EB/Streymur (ú), 07 Vestur (ú), B71 (h) og Skála (ú). Sum tað sær út í løtuni, so er tað sannlíkt, at argjamenn fara at hava tryggjað sær rættin til næsta ár at spæla í bestu deildini, áðrenn teir í tveimum teimum síðstu umførunum fara at spæla á heimavølli ímóti B71 og á útivølli ímóti Skála.
Seks minuttir undan steðginum var tað danski álopsspælarin Luca Ørsted Thorstensen, sum við fínum skoti legði AB á sigurskós. Hetta var triðja ferðin í ár, at 21 ára gamli danski spælarin var AB málskjútti.
Í síðstu sekundunum undan steðginum bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum Rani Hansen umsetti til mál og 1-1. Hetta var 16. málið hjá Rana Hansen og hetta var fjórða ferðin, at hann umsetti brotsspark til mál.
Sjey minuttir eftir steðgin var aftur brotsspark til Víking, og Rani Hansen fekk aftur møguleikan úr 11 metrum. Hesa ferð eydnaðist tað ikki at skora, tí AB málverjin Jesper Sørensen, sum var orsøk til brotssparkið, bjargaði. Jesper Sørensen hevur higartil í ár bjargað trimum av fýra brotsspørkum.
18 minuttir undan leikloki skoraði AB sigursmálið. Málskjútti við langskoti var Obule Moses. Hetta var sætta ferðin, at 21 ára gamli nigerianski framrættaði spælarin var á AB liðnum, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
Víkingur er á fimta plássi við 32 stigum. ÍF er á fjórða plássi við 36 stigum. Leygardagin verður tað grannauppgerð, tá ið Víkingur verður gestur í Fløtugerði í Fuglafirði.